sambandi við nógva arbeiði, sum er í gongd við Karlamagnusarbreyt, er Myllutjørn hegnað inni, skrivar Havnar kommuna á heimasíðuni. Nú tjørnin liggur mitt í einum íbúðarøki og nógv børn spæla har um leiðir, verður hetta gjørt fyri at tryggja, at børn og onnur ikki koma illa fyri í tjørnini.
Alt vatnið er tikið úr Myllutjørn og kanningar eru gjørdar av, hvussu djúp hon er. Tað vísir seg, at dýpi er millum tríggjar og fýra metrar, og tí kann vandi standast av, at tjørnin liggur opin fyri øllum. Vil illa til, kann ein gerast fastur í móruni.
Innhegningin av Myllutjørn er ein fyribils loysn, meðan arbeitt verður har á leiðini, tí seinni er ætlanin, at tjørnin skal vera partur av einum fríøki. Fyrst verður hon fylt upp við gróti, so tað ikki verður ov djúpt, og síðani verður vatn koyrt í hana aftur.










