North Atlantic Football Agency hevur seinastu sjey árini ment seg úr ongum til at verða ein veruligur aktørur á fótbóltsmarknaðinum. Nú hava Eik grunnurin og Framtak sett hálva aðru millión í felagið, sum enn meira miðvíst skal virka sum partur av føroysku spælaramenningini.
Tað var boðskapurin, sum ein errin og fegin Jákup í Stórustovu kundi bera, tá hann hevði boðið til tíðindafund mánamorgunin.
- Higar til hevur talan í størsta mun verið um einstaklingavirksemi, har eg havi havt ábyrgdina av øllum viðurskiftum í felagnum. Umskipanin av felagnum gevur mær møguleika at arbeiða nógv meira miðvíst við strategiska partinum av virkseminum, og við eini sterkari nevnd er munandi størri kompetanca eisini knýtt at felagnum, sigur Jákup í Stórustovu.
Í blaðnum í morgin verður meira at frætta um ætlanirnar og virksemið hjá NAFA, nú felagið er til reiðar at átaka sær munandi størri avbjóðingar.