Føroyar fær í vikuskiftnum vitjan av einu,m forkunnugum gesti, tá ein fyrrverandi Miss World luttakari stendur handan barrdiskin í Maverick í Klaksvík og Eclipse í Havn. Talan er um Danielu Risch, ið vann týska umfarið av Miss World-kappingini í 2005. Eins og fyrrverandi pornostjørnan Katja K gjørdi tað fyri nøkrum árum síðani, fer týska sprundið at royna seg sum gestabarrvørður. Samstundis verður høvið hjá vitjandi at fáa eitt lítið prát við Danielu, meðan hon skeinkir í glasið, skrivar byin.fo
Umframt at umboða Týskland í Miss World kappingini kann Daniela Risch reypa um heiðurin “Miss Hawaiian Tropic II” í Týsklandi í ár umframt, at hon vann heiðurin “Miss European Queen 2007”.
Daniela Risch stendur handan barrina í Maverick fríggjakvøldið og í Eclipse leygarkvøldið. Meir fæst at vita og síggja á byin.fo , har tað er link til hennara myspace síðu.