Fraklendingar eru púra kaldir

Teir høvdu ikki roknað við øðrum, enn at lendingin í Føroyum fór at verða ógvuslig (PORTALURIN Á FLOGVØLLINUM): Franska landsliðsferðalagið er nú farið úr Vágum. Tá ið spælararnir komu út, tóktust teir ógvuliga fokuseraðir, og teir tóku sær ikki av, at nógv fólk bíðaði eftir teimum. Men stórstjørnan úr Barcelona, Thierry Henry, smíltist til mannfjøldina.

Meðan teir pakkaðu viðførið í ein av bilunum, hittu vit ein av monnunum kring franska landsliðið. Hann segði seg ikki vera ovfarnan av tí, sum teimum hevði verið fyri í gjár og í dag:

- Vit hava verið í Føroyum eina ferð áður. Eisini ta ferðina høvdu vit trupulleikar við at lenda, so hetta kom ikki óvæntað á okkum.

Var tað panikkur umborð á flogfarinum?

-Nei, als ikki. Alt ferðalagið var púra róligt og fyrireikað uppá, at hetta kundi verða soleiðis, sum vit upplivdu tað.