Radovan Karadzic handtikin

Tað boðar serbiski forsetin, Boris Tadic, frá í kvøld.

? Karadzic er funnin og handtikin í kvøld, ljóða boðini Radovan Karadzic, sum telist millum mest eftirlýstu persónar í heiminum, er í kvøld funnin og handtikin. Hetta syrgdu trygdarlið í Serbia fyri.

Radovan Karadzic er ákærdur fyri fólkamorð. Hetta er, sambært ákæruni, farið fram undir 43 mánaða langu hersetiningi av Sarajevo, har 12.000 fólk lótu lív.

Hann er somuleiðis ákærdur fyri at vera maðurin handan hópdrápið á umleið 8.000 muslimar í Screbrenica í 1995.

Serbiska forseta skrivstovan útflýggjaði í kvøld 63 ára gamla Radovan Karadzic til dómstólin fyri krígsbrotsverk í Beograd.

ES hevur í langa tíð kravt, at Karadzic og fyrrverandi herovasta hansara, Ratko Mladic, handtiknar, og altjóða tíðindastovar meta í kvøld, at handtøkan av Radovan Karadzic fer at økja um møguleikarnar hjá Serbia fyri at gerast partur av Evropeiska Samveldinum.