Hondbóltur
Tað skal bara ikki vera serliga lætt hjá føroyska hondbóltslandsliðnum at ferðast.
Tá farast skuldi úr Moskva til Italia, komu menn brádliga eftir, at einki flogfar hjá Al Italia stóð á breytini. Mest sum á miðjari nátt mátti starvsfólk hjá Atlantic Airwasy ígongd við at umbóka alt ferðaliðið, og støðan var ikki heilt ólík, tá ferðalagið nú skuldi aftur til Føroya.
- Flogfarið, sum vit skuldu við, var í øllum førum avlýst. Men vit hava umbókað allan hópin, og gongst eftir ætlan, flúgva vit úr Rom um ellivu-tíðina lokala tíð, segði Dia Midjord, tá vit høvdu orðið á hann í morgun.
Soleiðis kemur hópurin nakað seinni enn ætlað til Keypmannahavnar, men eftir øllum at døma verður tað kortini so, at landsliðið kemur til Føroya í kvøld. Um enn so hetta verður nakrar tímar seinni, enn ætlað.









