Nýggja fimmmannafarið hjá Árnafjarðar Róðrarfelag fekk í gjár navnið Katla eftir millum øðrum gamla tingstaðnum í Norðoyggjum, á Køtlum beint omanfyri Árnafjørð Íalt komu áleið 80 uppskot inn í navnakapping, sum róðrarfelagið skipaði fyri.
Og tað komu trý uppskot inn um navnið ?Katla?.
Tað var ein samd nevnd, sum tók undir við navninum, Katla.
Í grundgevingunum siga tey sum sendu uppskot inn, millum annað :
- Orsøkin til at eg haldi at hetta navni er væl hóskandi, er at søguligi tingstaðurin í Køtlum liggur omanfyri Árnafjørð.
- Annars er Katla eisini eitt gamalt íslendskt gentunavn, sum eisini verður brúkt í Føroyum.
- Eisini er ein fiskur ið eitur ?Katla fish?. Sum sigst at vera øgiliga vælsmakkandi, og við einum góðum kiloprísi.
- Leggjast kann afturat at Katla er eitt tað vandamiklasta gosfjallið í Íslandi. Katla er eisini drekin í kenda ævintýrinum ?Brøðurnir Leyvuhjarta?.