Tað var ein av stóru løtunum í útvarpsøguni hjá James og Rás 2, tá James Olsen fyrrapartin fór við fúkandi ferð eftir Vágsfirði í bátinum Scorpion Rás 2 sednir beinleiðis úr Vági undan jóansøku og fyrrapartin royndi ein av útvarpsvertunum, James Olsen, ein av skjótastu bátum í Føroyum.
James slapp túr við Scorpion hjá Sigurdi Gudmundsen og James rópti, so kátur og ovfarin var hann av ferðini, ið eftir frásøgnini at døma lá um 60 míl. Frásøgnin var kanska meira róp og hálovan, tí James var ivaleysur í, at hetta var nakað, ið øll eiga at royna, tí størri uppliving hevði hann neyvan havt í lívinum.
Orsøkin til royndarferðina var, at Rás2 vitjar í Vági undan jóansøkuni 2008, og eitt av tilboðunum á jóansøku er, at ein túrur við Scorpion kann roynast á Vágsfirði.
(Sí eisini myndtema)