Í ráðnum eru 18 tinglimir úr teimum trimum londunum í útnorði, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Ráðið er ein samstarvsfelagsskapur fyri Landstingið í Grønlandi, Altingið í Íslandi og Føroya Løgting. Á fundinum [...] landsstýrismaður í menta-, undirvísingar- og kirkjumálum. Aðalevnið á ársfundinum var støðan hjá teimum ungu í útnorði, og í sambandi við evnið vórðu samtyktar tilráðingar til landsstýrini/stjórn í londunum [...] verður liðug í juli ár 2000. Isolfur Gylfi Palmason, altingsmaður úr Íslandi varð valdur til formann fyri ráðið. Fyrsti næstformaður er Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður úr Føroyum, og annar næstformaður
bygninginum í Fuglafirði, antin so ella so, tí mánamorgunin vóru stórir steinar komnir at standa uttan fyri dyrnar. Tað kundi verið líkt til, at ætlanir vóru at taka maskinur av gamla virkinum, men sambært [...] aftur av ferð í Íslandi, gjørdist ikki sørt bilsin, tá sagt varð honum frá, at steinar vórðu settir fyri dyrnar. Hann greiddi frá, at Fiskavirking eigur nakað av flakaútbúnaðinum á gamla virkinum, men ongar [...] stjórarnar í Føroya Banka, men teir sótu báðir á fundi, og gjørligt var tí ikki at fáa at vita frá teimum, um Føroya Banki hevur ætlanir við gamla bygninginum í Fuglafirði.
støðleiðari í Runavík sigur at har gekk alt serstakliga friðarliga fyri seg. Leygarmorgunin, stutt eftir midnátt var ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Maðurin var tikin við á støðina [...] fólk var í býnum í góðveðrinum og tað sást eftir hjá teimum, sum rudda sunnumorgun. Tó so okkurt var. Tíðliga sunnumorgunin varð ein maður tikin fyri at koyra ávirkaður av rúsdrekka. Maðurin varð tikin [...] ikki tað nógva fólki í gøtuni, sigur hann. Heilt fitt av fólki var eisini í dansi, men har gekk alt fyri seg í bestu sátt og semju, sigur løgreglan úr runavík. Funnið gummibát Mánamorgunin kom Krúnborg á
og á Norðoyastevnu, so vístu kvinnurnar á Jarnbardi, at tær eiga ein megnar endaspurt og hann gav teimum sigurin á Skálafjarðarstevnuni. Eittans kort var givið á Skálafjarðarstevnu og eins og í Klaksvík [...] leggjast til. Hjá Gongurólvi, sum fekk kort seinast, var hesaferð eingin trupulleiki at halda seg innan fyri markið. Eisini 6-mannaførini við kvinnum hava býtt seg í tríggjar bólkar. Jarnbardur, Hvessingur og
tilflytarar í stórum tali fara at koma heimaftur. Nógv av teimum, sum fóru av landinum, vóru farin á heysin, og skuldin stendur og bíðar eftir teimum herheima. Hóast bankin hevur stórt yvirskot, so hevur einki [...] av teimum sum fóru, vóru eisini smásár um viðurskiftini í Føroyum. Tey koma ikki heimaftur við slíkum útlitum, sigur Hans Pauli og nevnir samstundis óvissuna um kommunuskuldina, sum ein vansa fyri at fáa [...] Tíðin var búgvin Í fyrstu syftu var tað helst av tí at tíðin var búgvin. Endiliga er tað gingið upp fyri dønum, at viðurskiftini millum Danmark og Føroyar vóru soleiðis vorðin, at heimastýrislógin longu
spyr hann. Uppgáva fyri Amnesty Ólavur í Beiti heldur at umstøðurnar hjá pápunum í hesum landi eru so vánaligar, at tað er ein uppgáva fyri Amnesty International at hjálpa teimum. ? Tey arbeiða við politiskum [...] avgerðir viðvíkjandi barninum. ? Tað sleppur ein forfjónaður pápi ikki. Hann skal stríðast fyri lívinum fyri at vinna sær nakrar tímar saman við barninum, vísir Ólavur á. ? Og tá tú verður útspiltur, [...] Fyri eini tíð síðan viðgjørdu vit viðurskiftini hjá pápum, sum ikki longur búgva saman við mammunum og børnum - og sum ikki hava foreldrarætt yvir børnunum. Myndugleikarnir í Føroyum - eitt nú barnaverndirnar
spældir. Og tað var sum ikki eina ferð Jón Pauli Olsen, sum syrgdi fyri tí. Hann og Dan Djurhuus spældu væl saman við høvdunum framman fyri Sumba-málinum, og Jón Pauli varð maðurin, sum fekk seinastu pannuna [...] sjálvur, men heldur valdi at spæla Jón Paula Olsen púra leysan, so hesin kundi gera sítt næsta mál fyri VB. Stutt eftir hetta átti VB helst at fingið brotsspark, tá Jón Pauli Olsen bleiv skumpaður um koll [...] tað fingu teir ikki. Við sigrinum fór VB upp um Sumba á stigatalvuni og er nú aftur tað fremst av teimum trimum suðuroyarliðunum, so sum teir hava verið tað seinastu árini. Sumbingar noyddust henda dagin
Tá tjúgu minuttir vóru eftir, satsaði B36 við at seta Gunnar Nielsen inn fyri Allan Manai, sum annars hevði verið ein av teimum frægastu hjá havnarliðnum, men einki hjálpti. Tá tveir minuttir vóru eftir [...] bestu higartil í ár hjá hvørgum av liðunum, men meðan teir á heimaliðnum spældu klókt og stríddust fyri sakini, var lítið flog yvir spælinum hjá B36, har leikararnir til tíðir høvdu betri hug til at ilskast [...] B36-verjuleikari feldi ein NSÍ-áleypara inni í kriminella økinum, men floytan tagdi. Annars var bólturin fyri tað mesta á miðjuni. Bæði liðini komu fram til einstakar hálvar kjansir, men blussið var sum heild
handfara sakramentini, at hava umsorgan fyri kirkjuliðinum og at virka samsvarandi Guds Orði og teimum kirkjuligu fyriskipanunum. Orð úr Skriftini vórðu eisini lisin fyri Hans Eileri. Prestarnir Niels Pauli [...] velur út, tað er Guds sigur, sum skal boðast. ? Ein kristin gudstænasta er at takka Gudi, sum valdi fyri okkum - hann, sum valdi hóast okkum. Tað skal boðastm at ikki er frelsa í nøkrum øðrum navni. Sannleikin [...] er ein bjargari út úr tí óførinum, sum vit eru komin í. Tað er Jesus. Tá ið vit verða kallað fram fyri Gud, er tað hann, sum talar okkara søk. ? Uppgávan er at boða henda Jesus og at vera trúgvur í hesi
Niðurflytarnir B71 tykjast at verða komnir fyri seg, eftir at teir annars høvdu fingið eina heldur slaka byrjan upp á kappingarárið. Leygardagin høvdu teir vitjan av EB/Streymi, og tað var ongantíð nakar [...] sínum næsta máli í dystinum. Nú mentist felagsliðið úr Sundalagnum nakað, og tað eydnaðist eisini teimum at minka um munin við einum máli, sum Sonni Samuelsen skeyt. Hesa løtuna var útiliðið við yvirlutan [...] slaka við sínum spæli. Teir vildu heldur gera sigurin enn størri, og soleiðis bleiv eisini. Ein av teimum mest royndu leikarunum hjá B71, Rúni í Soylu, gjørdi ein vørr móti endanum av dystinum, og hann legði