Fiskavirking hevur ongar ætlanir í Fuglafirð

Stórir steinar eru settir fyri dyrnar á gamla Handils- og frystivirkinum í Fuglafirði. Føroya Banki eigur bygningin nú og Fiskavirking nakað av flakaútbúnaðinum á gamla virkinum. Ongar ætlanir eru um at selja ella flyta henda útbúnað, sigur Meinhard Jacobsen

Herfyri hoyrdist, at J. P. Joensen, sum júst nú er settur stjóri á Norðís á Eiði, skuldi fara undir virksemi í Fuglafirði eisini og keypa bygningin hjá Føroya Banka, gamla Handils- og frystivirkið, men hetta var av ongum, tí mett var, at tað fór at verða sera kostnaðarmikið at gera bygningin í stand, so hann fór at lúka øll tey ymisku krøvini, sett verða í dag til flakavinnu.

Men okkurt man vera í umbúnað viðvíkjandi bygninginum í Fuglafirði, antin so ella so, tí mánamorgunin vóru stórir steinar komnir at standa uttan fyri dyrnar. Tað kundi verið líkt til, at ætlanir vóru at taka maskinur av gamla virkinum, men sambært stjóranum í Fiskavirking, so eru ongar ætlanir í so máta.

Stjórin bilsin

Meinhard Jacobsen, stjóri, ið segði seg júst verða komnan aftur av ferð í Íslandi, gjørdist ikki sørt bilsin, tá sagt varð honum frá, at steinar vórðu settir fyri dyrnar. Hann greiddi frá, at Fiskavirking eigur nakað av flakaútbúnaðinum á gamla virkinum, men ongar ætlanir eru viðvíkjandi hesum útbúnaði, og hann var tann fyrsti at vita, um so var, segði stjórin.

Roynt var at fáa eitt orð á stjórarnar í Føroya Banka, men teir sótu báðir á fundi, og gjørligt var tí ikki at fáa at vita frá teimum, um Føroya Banki hevur ætlanir við gamla bygninginum í Fuglafirði.