Róðurin hjá 6-mannaførum við kvinnum mátti setast í gongd tvær ferðir heldur enn eina.
Tá bátarnir høvdu róð ein fittan tein, róði Gongurólvur úr Havn seg fastan. Hann fekk um róðri og kom ikki úr stað.
Hetta gjørdi at dómarin avgjørdi at skjóta róðurin av og tað vísti seg at verða skilagóð avgerð.
Tá avgerðin varð tikin lógu tríggir bátar í oddinum og tá róðurin endiliga var liðugur vóru tað teir somu tríggir bátarnir, sum fyrstir vóru farnir um mállinjuna.
Men í mun til Norðoyastevnu, so var raðfylgjan hesaferð ein onnur.
Tá róð var í Klaksvík var Hvessingur umleið tvey sekund frammanfyri Jarnbard, men á Skálafjarðarstevnuni býttu hesir báðir bátar um pláss sínámillum.
Tað var ein spennandi róður. Hvessingur, Gongurólvur og Jarnbardur lógu alla tíðina og togaðust um hvør teirra skuldi verða fremstur.
Men eins og á Norðoyastevnu, so vístu kvinnurnar á Jarnbardi, at tær eiga ein megnar endaspurt og hann gav teimum sigurin á Skálafjarðarstevnuni.
Eittans kort var givið á Skálafjarðarstevnu og eins og í Klaksvík var tað eitt 6-mannafar við kvinnum, sum fekk ta ivasomu æru at fáa kortið.
Páll Fangi var hesaferð báturin sum hevði forbrotið seg og tær skulu nú vísa eitt sindur størri varsemi til næstu róðrarnar, so ikki fleiri gul kort leggjast til.
Hjá Gongurólvi, sum fekk kort seinast, var hesaferð eingin trupulleiki at halda seg innan fyri markið.
Eisini 6-mannaførini við kvinnum hava býtt seg í tríggjar bólkar.
Jarnbardur, Hvessingur og Gongurólvur eru sera javnir í oddinum. Ikki sær út til at nakað er givið uppá forhond hvør teirra vinnur og frá nummar eitt til nummar trý er bert ein bátslongd.
Í miðjuni liggja Lómur og Páll Fangi og togast og í endanum liggja Strálan og Fuglfirðingur. Hesir seinnu koma neyvan at gera nakrar skreytir í ár, so langt eru teir aftanfyri.
Úrslitið av 6-mannafarsróðrinum hjá kvinnum:
1.Jarnbardur5.46.16
2.Hvessingur5.47.21
3.Gongurólvur5.48.17
4.Lómur
5.Páll Fangi (gult kort)
6.Fuglfirðingur
7.Strálan