VB hevur veruliga fingið vind í seglini eftir ringu úrslitini fyrst í mai mánaði. Sunnudagin høvdu vágbingar vitjan av grannunum úr Sumba, og vertirnir vunnu dystin 2-0.
Sumbingar høvdu annars meginpartin av spælinum, men teir spældu seg ikki til so nógvar upplagdar kjansir kortini. Nakað av vindi var, og VB spældi undan vindinum í fyrra hálvleiki. Tað var eisini VB sum hevði teir betru møguleikarnar, og teir løgdu seg eisini á odda, longu tá okkurt um tíggju minuttir vóru spældir. Og tað var sum ikki eina ferð Jón Pauli Olsen, sum syrgdi fyri tí. Hann og Dan Djurhuus spældu væl saman við høvdunum framman fyri Sumba-málinum, og Jón Pauli varð maðurin, sum fekk seinastu pannuna á.
VB hevði byrjað dystin betur, men vágbingar dovnaðu eitt sindur aftan á leiðslumálið. Sumba tók ræðið á miðjuni og slepti tí ikki aftur restina av hálvleikinum.
Men sum sagt bleiv tað mest til spæl, og í roynd og veru var VB nærri 2-0 enn Sumba var 1-1. VB hevði undanvind, tá Magni Magnussen royndi seg við frísparki úr 40 metra fjarstøðu. Høgri vongbakkurin hjá vágbingum hevur eitt gott skot, og tað vísti hann við at senda frísparkið á tvørstongina!
Seinni hálvleikur byrjaði, sum tann fyrri endaði, við leikligari yvirvág til sumbingar, men teir komu sjáldan nærri enn fram móti 16-metrinum, og langskotunum tók Bjarni Johansen sær av.
Tað var umleið eitt korter eftir at spæla, tá VB økti um leiðsluna og í veruleikanum tryggjaði sær sigurin.
Og tað var ein rein verjufadesa hjá sumbingum. Aftasti maðurin skuldi senda bóltin út í síðuna, men rakti beint á Milan Milanovic, sum kundi havt skotið sjálvur, men heldur valdi at spæla Jón Paula Olsen púra leysan, so hesin kundi gera sítt næsta mál fyri VB.
Stutt eftir hetta átti VB helst at fingið brotsspark, tá Jón Pauli Olsen bleiv skumpaður um koll, men tað fingu teir ikki.
Við sigrinum fór VB upp um Sumba á stigatalvuni og er nú aftur tað fremst av teimum trimum suðuroyarliðunum, so sum teir hava verið tað seinastu árini. Sumbingar noyddust henda dagin at spæla uttan danska miðvallaran Thomas Birch, sum fekk reytt kort móti GÍ seinasta vikuskiftið. Sumba broytti eisini fleiri ferðir upp á liðið undir dystinum á Eiðinum, men ongantíð megnaðu teir at niðurbróta VB-verjuna, sum spældi sterkt henda dagin.
VB var heldur ikki fullmannað til dystin. Milan Culjic fekk sítt triðja gula kort í kappingini, tá VB seinasta sunnudag vitjaði í Klaksvík, men vágbingar høvdu Jón Paula Olsen. Hann var munurin millum VB og Sumba sunnudagin.