EB/Streymur fekk bank á Sandi

Fótbóltur: Tað var klassamunur, tá ið B71 smurdi sundalagsmenn av á Sandi leygardagin

Niðurflytarnir B71 tykjast at verða komnir fyri seg, eftir at teir annars høvdu fingið eina heldur slaka byrjan upp á kappingarárið. Leygardagin høvdu teir vitjan av EB/Streymi, og tað var ongantíð nakar ivi um, hvat liðið fór at vinna dystin.

Longu frá fyrsta bríksli legði B71 trýst á liðið úr Sundalagnum. Álopini skolaðu inn yvir málið hjá felagsliðnum, men tað gekk nakað striltið við at fáa hol á. Men tá ið 22 minuttir vóru leiktir, eydnaðist tað Kristiani Nielsen at leggja heimaliðið á odda eftir eitt sera væl gjøgnumspælt álop.

Sandoyingar fingu tvey mál aftrat í fyrra hálvleiki. Báðar ferðirnar var tað altíð vandamikli Jónsvein Thomsen, sum var upp á spæl. Hálvleiksstøðan var sostatt 3-0 til B71.

Sandoyingar byrjaðu seinna hálvleik, har sum teir sleptu í fyrra. Stutt tíð var farin av hálvleikinum, tá ið Kristian Nielsen legði heimaliðið á odda 4-0 við sínum næsta máli í dystinum.

Nú mentist felagsliðið úr Sundalagnum nakað, og tað eydnaðist eisini teimum at minka um munin við einum máli, sum Sonni Samuelsen skeyt.

Hesa løtuna var útiliðið við yvirlutan, men tað var bert í eitt stutt tíðarskeið.

Hetta fekk tó ikki B71 at slaka við sínum spæli. Teir vildu heldur gera sigurin enn størri, og soleiðis bleiv eisini. Ein av teimum mest royndu leikarunum hjá B71, Rúni í Soylu, gjørdi ein vørr móti endanum av dystinum, og hann legði heimaliðið á odda bæði 5-1 og 6-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.

Sum sagt, so var tað veruligur klassamunur á liðunum báðum, og tað var B71, sum var omaná so at siga allan dystin. Eisini kann sigast, at nógv av

málunum í dystinum vóru rættiliga góð.