Fyri eini tíð síðan viðgjørdu vit viðurskiftini hjá pápum, sum ikki longur búgva saman við mammunum og børnum - og sum ikki hava foreldrarætt yvir børnunum.
Myndugleikarnir í Føroyum - eitt nú barnaverndirnar og Almannastovan - hava reglur at ganga eftir og tær verða fylgdar; út í æsir.
Nú eru tað heldur ikki tey, sum arbeiða við lógunum, sum skulu broyta tær, men politikararnir, sum tó tykjast hava sera ilt við at fáa gjørt nakað við, at tað verður gjørdur mismunur á foreldrunum.
Ein skilnaður hevur, óansæð um talan er um giftu ella pappírleyst samlív, altíð tapararnir. Børnini eru størstu tapararnir, men nógvir pápar standa eisini eftir, sum teir heilt stóru tapararnir.
Missa dagligur samveruna við børnini - gamaní, soleiðis er ein skilnaður - men vandin fyri at missa sambandið við børnini lúrur altíð, tí mamman stórt sæð kann gera sum hon vil, hóast tær ikki altíð gera tað. Hon hevur allan rættin á sínari síðu.
Ólavur í Beiti, rithøvundur hevur fleiri ferðir áður gjørt vart við sína áskoðan á hesum øki, og hann undrast á hesa gongd.
? Hví eingin virðing er fyri einum pápa, tá hann er farin út úr myndini, úr tí fasta sambandinum við konu og børn, út úr kjarnanum hjá samgonguni, er ilt at siga, men eg havi ein illgruna um, at vanliga uppfatanin av pápanum, er, at hann livir eitt sera flákrut lív, og er tí ikki førur fyri at hava nakað samband við sítt barn ella síni børn.
? Tú skalt minnast til, at tá ein pápi, sum er vanur við samveruna, verður tveittur út í einligu tilveruna soleiðis eftir fáum tímum ella døgum, broytist hansara gerandisdagur so kolosalt, at tað er ræðuligt at fara ígjøgnum. Pápin veit rætt og slætt ikki, hvat hann skal gera langu tímarnar eftir arbeiðstíð, og tað eru nógvir sum fella í drukk, júst av hesi orsøk. Har kemur eitt stórt tómrúm, sum skal fyllast og tað er so lætt, tá tú ert veikur.
Hetta er ein trupulleiki, sum kann koma pápunum aftur um brekku. Tað verður meir enn so brúkt í móti honum.
? Í fyllskapi royna fleiri at koma í samband við børnini og konuna, og hetta verður alt brúkt móti honum aftur seinni, og konan gottar sær av tí, og sigur: Hygg, hatta var tað sum eg var gift við, skilja tit meg ikki nú!
Hetta er ein eyðmýking sum pápin skal ígjøgnum, tí hann misti virðið í samband við skilnaðin, tá grundarlagið fór undan honum.
? Mammurnar kunnu hinvegin liva og látast næstan sum teimum lystir og tað ger bara umstøðurnar hjá pápunum uppaftur verri.
Ólavur í Beiti er greiður yvir, at dømi frammanfyri er sera fýrkantað, men í stórum trekkum er hetta myndin. Pápin verður tann stóri taparin, bukarin, drankarin, svíkurin, ja, tað eru so nógvar lýsingar av honum. Og hann stendur púra einsamallur, tí lógarverkið hevur forfjónað hann, sigur hann.
Aðrastaðni hava tey innført felags foreldramyndugleika millum mammuna og pápan. Í slíkum førum stendur pápin munandi sterkari, tí hann hevur eisini eitt orð at skula sagt.
Hetta er mennandi fyri pápan, tí hann stendur ikki við kensluni, at hann er burturbeindur, og hann veit, at hann skal takast við í avgerðir viðvíkjandi barninum.
? Tað sleppur ein forfjónaður pápi ikki. Hann skal stríðast fyri lívinum fyri at vinna sær nakrar tímar saman við barninum, vísir Ólavur á.
? Og tá tú verður útspiltur, forfjónaður, hataður, neyðtikin, úrlatin, ja tá er eingin virðing nakrastaðni, heldur ikki í tær sjálvum, líkamikið hvussu støðan so verður. Tú ert ikki pápi, men ein rukka sum øll kunnu fara við, sum teimum lystir. Sjálvt ein vaskikona á einum Barnaheimi kann nokta tær at síggja títt barn! Og ein ung genta á barnagarði, fortelur tær, nær tú kanst koma eftir tínum barni!
? Er tað tá løgið at ein pápi, sum hevur verið við í skapanini av hesum gudgivna skapningi, og við í uppalingini av hesum einkarbarni, er tað tá nakað løgið, at ein slíkur pápi sum fær ein slíkan frammaná aftur og aftur, onkuntíð ger vart við seg?, spyr hann.
Uppgáva fyri Amnesty
Ólavur í Beiti heldur at umstøðurnar hjá pápunum í hesum landi eru so vánaligar, at tað er ein uppgáva fyri Amnesty International at hjálpa teimum.
? Tey arbeiða við politiskum fangum, sum sita aftan fyri rimar, í øðrum londum, men gera einki við »politisku fangarnar« í okkara egna landi - páparnar. Teir verða kúgaðir og kroystir sálarliga hvønn dag. Og teir eru ikki so fáir heldur, tíverri. Kanska fleiri hundrað.
? Eg vóni at henda deild fer at gera nakað við at vísa útheiminum, hvussu kensluliga bardu pápafangarnir hava tað í Føroyum, tá kanska onkur vaknar við kaldan dreym.
? Lat meg geva tær eitt dømi, hvussu ófantaligt tað kann verða. Í fleiri ár havi eg havt dóttir mína frá fríggjadegi til mánadag fyrrapart, og hetta var eisini alt í lagi nú hon kom á Barnaheimið, á Nýggjustovu. Í samráð við leiðaran, fekk eg hana at skilja, at dóttirin hevur gingið á barnamøti her vesturi sunnudag við sínum vinkonum, og hetta hevur henni dámað so avbera væl. Jú, leiðarin skilti væl støðuna, og eisini út frá tí, at henda skipan hevði verið nú í fleiri ár, sigur Ólavur í Beiti.
Hann viðurkennir, at tað í resolutiónini frá Ríkisumboðnum stendur, at hann skal hava dóttrina frá fríggjadegi til sunnudag, men at hetta ongantíð hevur verið fylgt út í æsir.
Hann og mamman hava verið samd um, at dótturin er komin aftur mánamorgun og tað hevur gingið so sera væl.
? Og tú mást eisini hugsa um, at dóttirin hevur elskað at verið her sunnudagar saman við mær og sínum vinkonum. Tað hóskar heldur ikki so væl við ferðasambandinum, tí eg má fara við henni klokkan 14.00 úr Sørvági og sleppi vestur aftur klokkan 17.30, og barnamøtið er klokkan 14.30, sigur hann.
? Nú er dóttirin so farin í nýggja stovu, og nú ein dagin eftir tað fái eg eitt skriv frá damu sum er primer kontaktfólk, at dóttirin skal koma aftur sunnukvøld klokkan 20.00, so hon veit nær eg komi og nær hon skal aftur.
Skrivið er soljóðandi:
»Eg vil hervið kunna teg um viðurskiftini viðvíkjandi dóttir tínari, ið nú býr á Miðstovu og harvið hevur fingið nýggj kontaktfólk...
.... Tað er ein av okkum, ið tú kemur at samskifta við meðan dóttirin er her á Barnaheiminum.
Eitt, ið hevur stóran týdning fyri at uppihaldið hjá dóttrini skal vera gott og trygt, er at gerandisdagurin kann vera so forútsigiligur, sum tað nú einafer letur seg gera. Hervið meini eg eisini, at hon veit nær hon skal heim til pápan um vikuskiftini, og nær hon skal aftur á Barnaheimið.
Útfrá teimum upplýsingum, ið eg havi fingið er avtalan, at tú avheintar dóttrina í barnagarðinum annan hvønn fríggjadag, og kemur aftur her á Miðstovu við henni sunnukvøld kl. 20.00.
Blíðar heilsanir, við vón um eitt gott samstarv.«
Tann øvugta verð
Ólavur í Beiti heldur tað vera sera løgið, at ein stovnur soleiðis fer inn og blandar seg í eina innarbeidda avtalu millum mammu og pápa. Hann heldur ikki, at stovnurin tekur hædd fyri at dóttir hansara hevur tilknýti til Sørvágs og vinkonurnar har, men at tey heldur hugsa um stovnin sjálvan fyrst.
? Eg má siga, at tað er ein stórur spurningur um ikki rættari hevði verið, at dóttir mín var primer hjá hesi kvinnu, sum kemur við slíkum svassi, tá dóttirin seinastu trý árini hevur ferðast aftur og fram vestur til mín fríggjadag og farin suður aftur mánadag, uttan nakrar sum helst trupulleikar, sigur hann.
? Men hetta skal ein pápi, eitt vaksið fólk, fara ígjøgnum í hesum landi, og soleiðis verður hann knúskaður og viðfarin, ja nærum mettur at vera býttur.
Fleiri dømi
um mismun
? Hetta er, sum longu víst á, ikki nakað eindømi, men dagligur kostur hjá forfjónaða pápanum, sigur Ólavur í Beiti.
? Dømini eru so mong. Eg veit um ein einligan pápa við einum barni, sum stríddist í fimm ár fyri at fáa peningaliga hjálp, men hann fekk ongantíð nakað. Mamman fekk barnapengar, tó at hon ikki hevði barnið.
? Eitt annað dømi er um ein annan pápa, sum í rættinum fekk tvey av børnunum, mamman hevði hini bæði, mátti gjalda barnapengar til mammuna, men hon skuldi einki gjalda til pápan, tó at hon arbeiddi og hevði ikki verri umstøður enn pápin. Og dømini eru so mong og ræðandi, at tú øtast, og fólk, sum liva í kjarnanum í samfelagnum, sum hoyra slíkar søgur, trúgva teimum ikki, at tær veruliga eru sannar, men Gud hjálpi tú mær, tær eru sannar!, sigur Ólavur í Beiti, rithøvundur at enda.