NSÍ vann stevnudystin móti B36 við tveimum málum móti ongum, og tað var lítið, B36-ararnir kundu siga ímóti tí úrslitinum.
Dysturin var ikki millum teir bestu higartil í ár hjá hvørgum av liðunum, men meðan teir á heimaliðnum spældu klókt og stríddust fyri sakini, var lítið flog yvir spælinum hjá B36, har leikararnir til tíðir høvdu betri hug til at ilskast inn á dómaran enn at spæla fótbólt.
Tað hevði rættiliga stóra ávirkan á restina av dystinum, at NSÍ fekk mál longu tá 13 minuttir vóru spældir. Kristian Høgni Jacobsen fekk bóltin nakað úti í høgru síðu, og hann gjørdi ikki mætari enn at smekka hann upp í handara málhornið. Eitt sera vakurt mál, sum eisini gav heimaliðnum eitt sindur av yvirtaki næstu løturnar.
Áðrenn málið hjá NSÍ hevði Carl Høgnesen verið nær við at lagt B36 á odda, men innleggið, sum í veruleikanum var eitt kiksað skot, var torført at stýra við høvdinum.
NSÍ megnaði sera væl at bróta spælið hjá B36 sundur við at trýsta langt uppi á vøllinum og arbeiða væl. So skjótt B36 kom um miðjuna, flutti NSÍ-liðið upp á vøllin, so tað bleiv torført hjá havnarliðnum at fáa nakað skipað spæl frameftir.
Í seinna hálvleiki fall NSÍ nógv til at sparka bóltin frameftir og leggja trýst á høgt uppi í eini roynd at vinna bóltin aftur langt uppi á vøllinum. Tað var ikki altíð so vakurt, men tað var sera effektivt.
Stutt eftir leiðslumálið skuldi NSÍ annars havt brotsspark, tá ein B36-verjuleikari feldi ein NSÍ-áleypara inni í kriminella økinum, men floytan tagdi.
Annars var bólturin fyri tað mesta á miðjuni. Bæði liðini komu fram til einstakar hálvar kjansir, men blussið var sum heild lágt meginpartin av tíðini.
Í seinna hálvleiki fekk B36 meira spæl, men uttan at tað bleiv serliga vandamikið. NSÍ-verjuleikararnir og serliga Dánial Hansen stóðu stinnir, og B36 fekk lítið og einki burturúr.
Tá tjúgu minuttir vóru eftir, satsaði B36 við at seta Gunnar Nielsen inn fyri Allan Manai, sum annars hevði verið ein av teimum frægastu hjá havnarliðnum, men einki hjálpti.
Tá tveir minuttir vóru eftir, fekk NSÍ hornaspark í høgru síðu, og Óli Hansen, sum vann teir flestu av luftbóltunum móti bæði Jens Kristian Hansen og Ninoslav Milenkovic, var hægstur og stútaði bóltin í málið til 2-0, og soleiðis endaði dysturin.
NSÍ var ikki beinleiðis tvey mál betri enn B36, og kanska var 2-0 eitt sindur ov nógv, men runavíkingar vóru klárt tað betra liðið á vøllinum leygardagin og fingu trý uppiborin stig, sum lyfti teir upp á annað pláss á stigatalvuni.










