Í ráðnum eru 18 tinglimir úr teimum trimum londunum í útnorði, Grønlandi, Føroyum og Íslandi. Ráðið er ein samstarvsfelagsskapur fyri Landstingið í Grønlandi, Altingið í Íslandi og Føroya Løgting. Á fundinum luttóku, umframt limirnir, tilsamans 8 innbodnir gestir. Millum innbodnu gestirnar vóru Svein Ludvigsen, stórtingslimur úr Noregi, sum umboðaði Norðurlandaráðið, ið hevur gestastøðu á ársfundum í Útnorðurráðnum, og Konrad Steenholdt, landsstýrismaður í menta-, undirvísingar- og kirkjumálum.
Aðalevnið á ársfundinum var støðan hjá teimum ungu í útnorði, og í sambandi við evnið vórðu samtyktar tilráðingar til landsstýrini/stjórn í londunum um at styrkja skúlasamstarvið í útnorði um internetið og at seta ein arbeiðsbólk, sum skal koma við uppskoti um, hvussu ítróttarsamstarvið kann styrkjast landanna millum. Harafturat samtykti ráðið eina tilráðing um, at landsstýrini/stjórn í londunum í útnorði seta á stovn ein útnorður mentagrunn at stuðla samstarvinum innan mentan í útnorði.
Útnorðurráðið fer komandi ár at leggja høvuðsdentin á mál viðvíkjandi kvinnum í útnorði og í tí sambandi hava eina kvinnuráðstevnu í Føroyum í juni 1999. Somuleiðis samtykti ráðið, at ár 2000 verður mentaár í útnorði. Á fundinum varð løgd fram frágreiðing m »Brattahlidprojektet«, sum snýr seg um endurreisn av garðinum hjá Eiriki Reyða og Tjoðhildarkirkju í Brøttulið/Qassiarsuk. Í frágreiðingini varð sagt frá, at byggiverkætlanin verður liðug í juli ár 2000.
Isolfur Gylfi Palmason, altingsmaður úr Íslandi varð valdur til formann fyri ráðið. Fyrsti næstformaður er Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður úr Føroyum, og annar næstformaður verður Anders Andreassen, landstingsformaður úr Grønlandi.
Ársfundurin var forvitnisligur og styrkti tøttu bondini okkara millum í Útnorði.