byggja á skipasmiðju í Antalya í Turkalandi og skal í fyrsta umfari brúkast í stríðnum ímóti japanskari hvalaveiði. Skipið hevur stóran motor og oljutanga og er tí betur ført fyri at verða við í stríðnum [...] fingið navnið Ocean Warrior, og sagt verður, at umborð verður bert veganskur matur gjørdur. Skipið hjá Sea Shepherd er í stóran mun fíggjað við hollendskum veddingarpengum, og tá ið Ocean Warrior fer av [...] stríði ímóti grindadrápi, hevur nú latið nýtt skip byggja á skipasmiðju í Turkalandi. Skipið er teknað og sniðgivið til virksemið hjá Sea Shepherd. Skipið líkist einum krígsskipi, men hevur ongar kanónir.
lurta við á www.midlar.fo , og annars á FM 88,7, FM 95.9 og á FM 98,7. Í upptaktini, sum byrjar klokkan 15.30 hoyra vit prát, sum Tróndur Arge hevur gjørt við landsliðsspælarar og við Lars Olsen, landsliðsvenjara [...] teir hava vunnið á Montenegro og hava tapt ímóti Kroatia. Í morgin spælir U19 landsliðið ein alt avgerandi dyst ímóti Kýpros um at sleppa víðari í kappingini. Føroyar og Kýpros hava trý stig hvør. Í upptaktini [...] í Luksemborg fyri stuttum. Aftaná HM undankappingardystin millum Sveis og Føroyar verður "Triði Hálvleikur" á Rás2, har vit fyrst fara at fáa beinleiðis samrøður ígjøgnum úr Sveis. Eisini fer André Olsen
Bank Sunguard og brøðurnir Andy og Frank Schleck úr luksenburgska felagnum Leopard Trek. Sum er eru Schleck-brøðurnir 1'30 og 1'38" framman fyri Contador. Allir tríggir eru góðir í fjøllunum, og dagurin í [...] um millum Frakland og Spania. Dagurin kann koma at vísa, hvør av favorittunum veruliga er tann besti, tí nógv bendir á, at kappingin enn eina ferð verður avgjørd í fjøllunum. Fyrst skulu súklararnir niðan [...] eyga við liðskiparanum hjá felagnum BMC, Cadel Evans. Hann hevur betri tíð enn Contador og Schleck-brøðurnir, og summi halda, at hann eisini hevur ein møguleika av vinna Tour de France í ár.
Norðurlond og við Ongland innan tryggingarøkið. Mett verður, at útreiðslurnar verða fíggjaðar av verandi játtanum. Sambært tíðarætlanini skal avtala við Danmark undirskrivast fyrst í komandi ári, og avtala [...] Danmark, Norðurlond og Ongland innan tryggingarøkið. Vinnumálaráðið sigur, at sum støðan er í dag, eru forðingar fyri, at føroysk tryggingarfeløg kunnu bjóða seg fram uttan fyri Føroyar og Ísland. Hetta viðførir [...] Norðurlond og Ongland, so føroysk tryggingarfeløg í veruligan mun kunnu bjóða tryggingar fram uttan fyri Føroyar-Ísland. Átakið snýr seg í fyrstu syftu at gera sínamillum avtalu við Danmark og síðani við
fáa pengar játtaðar til tunlarnar norður um Fjall, men Sambandsflokkurin og serliga Javnaðarflokkurin hava verið ímóti hesum. Og tá fíggjarmálaráðharrin Jóannes Eidesgaard í dag leveraði Anfinni tølini [...] fundarvirksemi seinastu dagarnar, mátti fólkafloksmaðurin og oddamaðurin í fíggjarnevndini viðurkenna sítt tap. - Eg kundi havt tikið meg aftur í protest og sett meg uttanfyri alla ávirkan, men so eru tunlarnir [...] altíð. Í staðin havi eg valt at viðurkenna, at eg havi tapt hetta slagið, og so má eg arbeiða víðari við málinum, tá samgongan fyrst í nýggja árinum fer at gera eina langtíðar íløguætlan, segði Anfinn Kallsberg
Tann bilurin sum fekk fimm stjørnur og flest stig, varð VW Golf. Hann fekk 84,6 stig og er sostatt ársins tryggasti bilur. Bíligasti VW Golf kostar 223.000 krónur, og tann dýrasti Golf GTI kostar líka undir [...] Golf 1,4 TSI við 122 hk og 6-girum er tann sum flestu motorjournalistar rokna sum tað besta keypið, har kundin fær mest fyri pengarnar. Bilurin er væl útgjørdur, motorurin er kvikur og botntrekkið er upp á [...] Síðan nýggi VW Golf kom á marknaðin fyrst í hesum árinum hevur hann fingið óteljandi heiðurslønir. Er hann við í eini test millum fleiri bilar í sama klassa, er tað sum oftast hann sum fær flest stig.
soleiðis fyri, at eyka kommunustýrisfundur varð, so at nevndirnar kundu veljast av nýggjum. Og í gjár avdúkaði Dagur og Vika hjá Kringvarpinum, at Brandur Sandoy, sum ikki longur vil stuðla Pálli á Reynatúgvu [...] bræv. Hvørki av fyrru brøvunum hevur enn givið nakað ítøkiligt úrslit, og Brandur Sandoy staðfestir, at heldur ikki brævið, sum Dagur og Vika hjá Kringvarpinum í gjár avdúkaði, fer at fáa nakra ávirkan. - [...] vóru 21 stillarar og bara 14 av hesum heita á meg at broyta støðu. Tí eru framvegis sjey, sum stuðla mær, sigur Brandur Sandoy, tá Sosialurin spyr hann um brævið, sum varð umrøtt í Degi og Viku hjá Kringvarpinum
býtt seg í ein meirluta og í ein minniluta. Rás2 skilir, at meirlutin hevur innstillað Herálv Joensen sum nummar eitt. Hann var aðalstjóri fyrst í fyrrverandi Oljumálaráðnum og síðan í Fiskimálaráðnum [...] sendimaður í London og er nú stjóri á deildini fyri alment diplomati í Uttanríkisráðnum. Sum nummar trý er innstillaður Herluf Sigvaldsson, virkandi aðalstjóri í uttanríkisráðnum, og helst er hetta orsøkin [...] uttanríkismálum, áðrenn Uttanríkisráðið varð stovnað, og har hevur hann verið virkandi aðalstjóri síðan. Minnilutin hevur bara innstillað ein umsøkjara, og hann er Herluf Sigvaldsson. Løgmaður væntar, at ein
Superdraktin. Fyrst í hesu øldini sá svimjiheimurin eina drakt, sum kleimdi inn vøddar, bróst og annað fyri at minka um vavið á svimjarunum. Reglurnarn søgdu, at draktin skuldi vera í einum, og úrslitið varð [...] altjóða svimjisambandið, staðfesti, at svimjing skal verða um svimjarar, og ikki um útgerð. Superdraktin varð bannað í ár, og fleiri svimjarar eru horvnir sum døgg fyri sól. Pál Joensen var ein teirra [...] varð ein heildrakt, sum gekk út á øklarnar og handliðini. Framleiðararnir valdu at geva draktini hála húð sum hvalir, ella rúruta sum hávar. Tað hava altíð verið greiðar reglur, at svimjarin kann ikki nýta
víðgongdan danist ella láturverju danamáls. BETINGILSI OG FLØTI: Í skúlanum royni eg at mæla næmingum til at brúka tey løttu og stuttu, føroysku orðini, treyt og rómi, heldur enn tey donsku. Er tað ikki púra natúrligt [...] “tann natúrliga útviklingin”, sum neyvan er so natúrligur, tá samanum kemur. FØROYSKT OG DANSKT: Føroyskt er føroyskt, og danskt er danskt. Tað er hent at duga danskt, men vit mugu endiliga ikki blanda bæði [...] gjørt. PÚRA SAMDUR: Í greinini um fløkjumál verður skrivað, at “tað, sum kemur fyrst fram í hugaheiminum, er danskt”, og “problemið er, at Føroyar hava verið undir donskum valdi so leingi”. Júst so, men