Rás2 sigur frá Sveis-Føroyar

Dysturin byrjar klokkan 17, og upptaktin á Rás2 byrjar klokkan 15.30

Klokkan 17 seinnapartin spælir føroyska fótbóltslandsliðið HM undankappingardyst ímóti Sveis í Luzern. Sveis er oddalið í okkara bólki, og hevur níggju stig fyri tríggjar dystir. Talan verður sostatt um eina torføra uppgávu, har okkara menn skulu royna at reisa seg aftaná kollektiva niðurtúrin ímóti Portugal.

 

Tróndur Arge fer at siga frá dystinum á Rás2. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 95.9 og á FM 98,7.

 

Í upptaktini, sum byrjar klokkan 15.30 hoyra vit prát, sum Tróndur Arge hevur gjørt við landsliðsspælarar og við Lars Olsen, landsliðsvenjara. Í upptaktssendingini verða eisini prát við Eyðun Klakstein, landsliðsvenjara hjá U19 landsliðnum, sum er í holt við eina undankapping í hesum døgum, har teir hava vunnið á Montenegro og hava tapt ímóti Kroatia. Í morgin spælir U19 landsliðið ein alt avgerandi dyst ímóti Kýpros um at sleppa víðari í kappingini. Føroyar og Kýpros hava trý stig hvør. Í upptaktini verður eisini prátað við U17 landsliðsvenjaran, Áka Johansen. U17 landsliðið megnaði at spæla seg víðari í undankapping, sum var í Luksemborg fyri stuttum.

 

Aftaná HM undankappingardystin millum Sveis og Føroyar verður "Triði Hálvleikur" á Rás2, har vit fyrst fara at fáa beinleiðis samrøður ígjøgnum úr Sveis. Eisini fer André Olsen, ítróttarskrivari at meta um føroyska avrikið.