HVAT ER FØROYSKT?: Kunnu báðir setningarnir góðtakast sum føroyskt mál? Hvør setningur er vakrari, snøggari, natúrligari? Eru donsk orð føroysk, sjálvt um vit hava føroysk orð, sum merkja tað sama?
Um so er, so man ikki vera neyðugt at hava málrøkt, at royna at fjálga um móðurmálið.
VÍÐGONGDIR DANISTAR: Tað loysir seg neyvan at kjakast við so víðgongdan danist ella láturverju danamáls.
BETINGILSI OG FLØTI: Í skúlanum royni eg at mæla næmingum til at brúka tey løttu og stuttu, føroysku orðini, treyt og rómi, heldur enn tey donsku. Er tað ikki púra natúrligt?
Sambært danistum man slíkt ikki vera neyðugt, tí vit skulu bara góðtaka “ta natúrligu útviklingina” ella kanska “tann natúrliga útviklingin”, sum neyvan er so natúrligur, tá samanum kemur.
FØROYSKT OG DANSKT: Føroyskt er føroyskt, og danskt er danskt. Tað er hent at duga danskt, men vit mugu endiliga ikki blanda bæði málini saman í ein vavgreyt, sum tíverri mangan verður gjørt.
PÚRA SAMDUR: Í greinini um fløkjumál verður skrivað, at “tað, sum kemur fyrst fram í hugaheiminum, er danskt”, og “problemið er, at Føroyar hava verið undir donskum valdi so leingi”.
Júst so, men tað átti at fingið okkum at røkt okkara móðurmál uppaftur betur!
E.S.: Hevur “stadigvekk” ikki g? Latum okkum? Hví knappliga so forn? “Ana”: vera so dánt á lívi.
Við blíðari og argari málkvøðu