Hjálpa tryggingarfeløgum at fara uttanlands

Eitt átak í vakstrarpakkanum hjá Vinnumálaráðnum er at gera tvíliðaðar sáttmálar við Danmark, Norðurlond og Ongland innan tryggingarøkið.

Vinnumálaráðið sigur, at sum støðan er í dag, eru forðingar fyri, at føroysk tryggingarfeløg kunnu bjóða seg fram uttan fyri Føroyar og Ísland. Hetta viðførir, at tað er trupult hjá tryggingarfeløgunum at vaksa av tí, at føroyski tryggingarmarknaðurin er mettaður á fleiri økjum.


Við nýggju tryggingarlógini frá 2008 er føroyska tryggingarlóggávan sum heild í samsvari við tryggingarlóggávuna í grannalondunum og í ES. Áðrenn føroysk tryggingarfeløg kunnu bjóða seg fram uttanlands, er kravið tó, at tvíliðað avtala verður gjørd við landið, har ætlanin er at bjóða seg fram. Í løtuni finst bert ein slík avtala við Ísland, men tingingar eru eisini við Danmark um sínámillum avtalu innan tryggingarøkið. Í fyrsta umfari er ætlanin eisini at gera tvíliðaðar sáttmálar við onnur Norðurlond og Ongland, so føroysk tryggingarfeløg í veruligan mun kunnu bjóða tryggingar fram uttan fyri Føroyar-Ísland.


Átakið snýr seg í fyrstu syftu at gera sínamillum avtalu við Danmark og síðani við onnur Norðurlond og við Ongland innan tryggingarøkið. Mett verður, at útreiðslurnar verða fíggjaðar av verandi játtanum.


Sambært tíðarætlanini skal avtala við Danmark undirskrivast fyrst í komandi ári, og avtala gjørd við hini londini í 2011.


Til ber hjá fólki at gera viðmerkingar á heimasíðuni hjá Vinnumálaráðnum www.vmr.fo