Ársins tryggasti bilur

Heiðurslønirnar regna yvir VW Golf. Hann er ársins bilur í øllum heiminum, og nú er hann eisini kosin ársins tryggasti bilur

Síðan nýggi VW Golf kom á marknaðin fyrst í hesum árinum hevur hann fingið óteljandi heiðurslønir. Er hann við í eini test millum fleiri bilar í sama klassa, er tað sum oftast hann sum fær flest stig. Hann er kosin World Car of the Year 2009, og nú er hann eisini kosin ársins tryggasti bilur.


Seinasta árið eru tilsamans 28 ymiskir bilar krasjtestaðir av EuroNCAP, harav 24 bilar hava fingið fimm stjørnur. Hóast bilarnir fáa fimm stjørnur, fáa teir stig fyri ymiskar eginleikar. Tann bilurin sum fekk fimm stjørnur og flest stig, varð VW Golf. Hann fekk 84,6 stig og er sostatt ársins tryggasti bilur.


Bíligasti VW Golf kostar 223.000 krónur, og tann dýrasti Golf GTI kostar líka undir 400.000 krónur. Golf 1,4 TSI við 122 hk og 6-girum er tann sum flestu motorjournalistar rokna sum tað besta keypið, har kundin fær mest fyri pengarnar. Bilurin er væl útgjørdur, motorurin er kvikur og botntrekkið er upp á 200 Nm við 1.500 snún/min. Tann bilurin kostar 248.000 krónur í Føroyum.


Ein VW Golf er altíð ein royndartúr verdur, tí bilurin er nakað heilt serligt. Tað er ikki uttan orsøk at hann fær so nógvar heiðurslønir frá motorjournalistum um allan heim. Komforturin, koyrieginleikarnir og kvaliteturin eru á sera høgum støði.