Her er nýggja krígsskipið hjá Watson

Sea Shepherd fær spildurnýtt skip fyri 80 milliónir krónur

Felagsskapurin Sea Shepherd, sum í nógv ár hevur verið í støðugum stríði ímóti grindadrápi, hevur nú latið nýtt skip byggja á skipasmiðju í Turkalandi.

Skipið er teknað og sniðgivið til virksemið hjá Sea Shepherd. Skipið líkist einum krígsskipi, men hevur ongar kanónir.

Nýggja skipið kostar umleið 80 milliónir krónur at byggja á skipasmiðju í Antalya í Turkalandi og skal í fyrsta umfari brúkast í stríðnum ímóti japanskari hvalaveiði. Skipið hevur stóran motor og oljutanga og er tí betur ført fyri at verða við í stríðnum ímóti japanskari hvalaveiði. Sea Shepherd vil ikki vátta, hvussu skjótt nýggja skipið gongur, men hildið verður, at tað kann sigla um 30 míl um tíman.

- Okkara størsta avbjóðing í átøkum higartil hevur verið, at japanarar hava stór skip, sum kunnu raka okkara skip meint, og sum kunnu sigla undan okkum. Tað fer okkara nýggja skip at broyta, sigur Peter Hammerstedt, kampanjuleiðari hjá Sea Shepherd við Fairfax Media.

Nýggja skipið hjá Sea Shepherd hevur fingið navnið Ocean Warrior, og sagt verður, at umborð verður bert veganskur matur gjørdur. Skipið hjá Sea Shepherd er í stóran mun fíggjað við hollendskum veddingarpengum, og tá ið Ocean Warrior fer av skipasmiðjuni í Turklandi, gongur leiðin fyrst til Amsterdam at vísa skipið fram, áðrenn skipið fer til Australia ella New Zealand at gera klárt til átøk ímóti japanskum hvalaveiðiskipum í Suðurhøvum.