Brandur óbroytta støðu

Hóast 14 av 21 stillarum á listanum, har Brandur Sandoy varð valdur, hava heitt á hann at skifta støðu í kommunustýrinum, so vil hann ikki bakka. – Tað eru sjey stillarar, sum ikki hava skrivað undir, sigur Brandur Sandoy við Sosialin

At senda brøv er vorðið tað heilt stóra á Sandi. Fyrst fekk Páll á Reynatúgvu eitt bræv, har tað varð heitt á hann at leggja frá sær sum borgarstjóri. Síðan fekk Páll á Reynatúgvu aftur eitt bræv, har heitt var á hann at skipa soleiðis fyri, at eyka kommunustýrisfundur varð, so at nevndirnar kundu veljast av nýggjum. Og í gjár avdúkaði Dagur og Vika hjá Kringvarpinum, at Brandur Sandoy, sum ikki longur vil stuðla Pálli á Reynatúgvu, hóast teir vórðu valdir á lista saman, eisini hevði fingið eitt bræv.

Hvørki av fyrru brøvunum hevur enn givið nakað ítøkiligt úrslit, og Brandur Sandoy staðfestir, at heldur ikki brævið, sum Dagur og Vika hjá Kringvarpinum í gjár avdúkaði, fer at fáa nakra ávirkan.

- Eg ætli mær ikki at bakka ein tumma. Tað vóru 21 stillarar og bara 14 av hesum heita á meg at broyta støðu. Tí eru framvegis sjey, sum stuðla mær, sigur Brandur Sandoy, tá Sosialurin spyr hann um brævið, sum varð umrøtt í Degi og Viku hjá Kringvarpinum.

Brandur Sandoy leggur afturat, at yvir 200 fólk valdu listan, har hann var uppstillaður, og at tað bara eru 14, sum vilja hava hann at broyta støðu.

- Tú kanst siga, at eg ikki havi broytt støðu. Eg haldi fast við tað eg segði, staðfestir Brandur Sandoy.