Kallsberg: Eg havi tapt

Kl. 11 fyrrapartin handaði Jóannes Eidesgaard Anfinni Kallsberg eina íløguætlan fyri 2010 – uttan eina krónu til tunlarnar norður um Fjall. – Eg havi tapt hetta slagið, ásannar Anfinn Kallsberg. Størsti knúturin er sostatt loystur, og samgongan tykist vera komin á mál við komandi fíggjarlóg.

- Eg má bara staðfesta, at politiskur meiriluti ikki fæst fyri tunlunum norður um Fjall. 


Tað var ikki ein stoltur og upprættur fíggjarnevndarformaður, sum vit fingu orðið á fyrrapartin. Anfinn Kallsberg var á veg suður til Havnar, og í Havn bíðaði fíggjarmálaráðharrin og javnaðarleiðarin Jóannes Eidesgaard við eini samgongusemju fyri fíggjarlógina 2010, sum ABC-flokkarnir komu ásamt um eftir drúgt fundarvirksemi allan mánadagin.


Bardist til tað seinasta

Anfinn Kallsberg bardist til tað seinasta fyri at fáa pengar til tunlarnar norður um Fjall á komandi fíggjarlóg, væl stuðlaður av sínum politiska lærusveini og eftirmanni á fólkaflokstrónuni, Jørgen Niclasen. Men Sambandsflokkurin og serliga Javnaðarflokkurin noktaðu at játta pening til tunlarnar norður um Fjall, og valdsmikli leiðarin í fíggjarnevndini ásannar sítt niðurlag. 


- Fyri at vera púra erligur, so sat eg allan mánadagin og kravdi, at samgongan játtaði pening til tunlarnar norður um Fjall, men meiriluti fekst ikki fyri hesum, hóast løgtingið hevur samtykt hesa verkætlan, sigur Anfinn Kallsberg. Formaðurin í fíggjarnevndini hevur valt at halda fram og fer nú at skriva fíggjarnevndarálit við støði í hesi semju. 


- Eg kundi havt tikið meg aftur í protest og sett meg uttanfyri alla ávirkan, men so eru tunlarnir farnir fyri altíð. Í staðin havi eg valt at viðurkenna, at eg havi tapt hetta slagið, og so má eg arbeiða víðari við málinum, tá samgongan fyrst í nýggja árinum fer at gera eina langtíðar íløguætlan fyri komandi tíggju árini, sigur Anfinn Kallsberg í telefonini á veg til Havnar, áðrenn hann kl. 11 skuldi hitta Jóannes Eidesgaard. 


Seinasti knúturin loystur

Sostatt fer Anfinn Kallsberg nú at skriva álit saman við meirilutanum í fíggjarnevndini við støði í teirri semju, sum samgongan kom fram til mánadagin. Fíggjarnevndin fer at leggja álit fyri tingið fyrsta dagin, og sostatt bendir alt á, at samgongan loksins er komin á mál við fíggjarlógini.

Jóannes Eidesgaard váttar, at játtanin til tunlarnar norður um Fjall hevur verið tann heilt stóri knúturin seinastu dagarnar. Og í samtalu við undirritaða mánakvøldið kundi formaðurin í Fólkaflokkinum, Jørgen Niclasen, ikki siga, at samgongan endaliga var komin á mál, soleiðis sum løgmaður annars vildi vera við í Degi og Viku mánakvøldið. Men fyrrapartin í dag var Eidesgaard ivaleysur. 


- Nú fær Anfinn tølini fyri 2010, sum samgongan er komin fram til, og so er arbeiðið liðugt fyri mítt viðkomandi, segði Jóannes Eidesgaard, áðrenn teir báðir tungvektararnir, annar á brúnni í fíggjarmálaráðnum og hin í fíggjarnevndini, hittust um ellivu tíðina. 


- Samgongan hevur fleiri stórar íløgur á skránni, m.a. skúladepilin í Marknagili og landssjúkrahúsið, og vit vildu umganga at binda landskassan við fleiri nýggjum íløgum, sigur Jóannes Eidesgaard.


Kallsberg vs. Eidesgaard

Ósemjan um tunlarnar byrjaði við fyrstu viðgerð fyrst í oktober, tá fíggjarmálaráðharrin bar sítt uppskot niðan í tingið uttan pengar til tunlarnar norður um Fjall og undirsjóvartunnilin til Sandoynna. Eidesgaard vann slagið. Kallsberg tapti. Og samgongan sær út til at yvirliva.