Herluf Sigvalsson, virkandi aðalstjóri í Uttanríkisráðnum, er ikki nummar eitt á listanum hjá setanarbólkinum, og tí dregur út hjá løgmanni at seta aðalstjóra til Uttanríkisráðið. Tað dregur út við at seta aðalstjóra í Uttanríkisráðnum. Ràs2 hevur fingið at vitað frá álitandi keldum, at orsøkin er, at Herluf Sigvaldsson, virkandi aðalstjóri í Uttanríkisráðanum, ikki er nummar eitt á listanum hjá setanarbólkinum
Í seinastu viku varð boðað frá, at starvið helst fór at verða sett í tí vikuni, men enn er einki hent.
Setanarbólkurin er ikki samdur um innstillingina men hevur býtt seg í ein meirluta og í ein minniluta.
Rás2 skilir, at meirlutin hevur innstillað Herálv Joensen sum nummar eitt. Hann var aðalstjóri fyrst í fyrrverandi Oljumálaráðnum og síðan í Fiskimálaráðnum, áðrenn hann fór í starvið sum føroyskur sendi maður í Keypmannahavn.
Meilutin hevur innstillað Sigmund Isfeldt sum nummar tvey. Hann hevur verið føroyskur sendimaður í London og er nú stjóri á deildini fyri alment diplomati í Uttanríkisráðnum.
Sum nummar trý er innstillaður Herluf Sigvaldsson, virkandi aðalstjóri í uttanríkisráðnum, og helst er hetta orsøkin til, at málið dregur út.
Herluf Sigvaldson arbeiddi á Løgmansskrivstovuni við uttanríkismálum, áðrenn Uttanríkisráðið varð stovnað, og har hevur hann verið virkandi aðalstjóri síðan.
Minnilutin hevur bara innstillað ein umsøkjara, og hann er Herluf Sigvaldsson.
Løgmaður væntar, at ein nýggjur aðalstjóri verður settur í vikuni









