hálvfinalurnar í EM-endaspælinum í manshondbólti har mótstøðuliðið verður antin Noreg, Svøríki ella Spania. Danmark vann stórsigur 35-23 (21-12) á einum koronaskerdum niðurlendskum liði í dag, og danskarar [...] danskarar enda í ringasta føri á øðrum plássinum í millumbólki 1. Ísland misti fyribils annað plássið við einum ergiligum 22-23 (12-10) tapi fyri Kroatia. Fraklendingar hava fyribils yvirtikið annað plássið [...] bæði á seks stigum, og tá er Ísland betri innanhýsis. Vit kunnu bara vóna, at júst tað hendir. Úrslitini og málskjúttar í millumbólki 1: Ísland – Kroatia 22-23 (12-10) Ísland : Orri Þorkelsson 6, Ómar
orðsetingini, sum júst gevur hetta inniliga, sum ein slíkur sangur skal, tí eg ivist onga løtu í, at fyri Nomi og hennara, er hetta teirra máti at minnast og goyma. Tað er onki at taka seg aftur í, at Nomi hevur [...] Fríðálvur A. Jensen ummælir her lag, sum Nomi Andresen Arge hevur givið út: Tú andar enn í mær :Sera inniligt og væl úr hondum greitt Tá eg sá og hoyrdi nýggja sangin, sum Nomi og fleiri við henni hava [...] familjuna, sum mátti fáa ein gerandisdag – har teirra maður og pápi manglaði. Eli var eisini sangari í okkara bólki Te Deum, har vit bara kunnu minnast aftur á sera góðar og gevandi tíðir, og vit bara kundu
fluttu dráttin í ár, soleiðis at hann hesaferð lá úti á bryggjuni - millum landingarmiðstøðina og flakavirkið. Áður lá hann við gamla bátahylin, og tá sóu kappróðrarfólkini, sum komu í land av bátunum [...] kappróðrinum í bili, leggur hann aftrat. Rógva úteftir Froðbiar sóknar Róðrarfelag hevur viðgjørt spurningin at flyta kappróðurin longur inn á Trongisvágsfjørð, soleiðis at startmálið byrjar inni á vánni í Trongisvági [...] Jóansøka Tað er í fyrsta lagi Froðbiar sóknar Róðrarfelag, sum stendur aftanfyri jóansøku, tá hon annaðhvørt ár verður hildin á Tvøroyri. Aftrat sær til hjálpar hevur felagið nógv sjálvboðin fólk, sum
til eitt satt brak í Sunset-kappingini hjá kvinnum, tá Neistin tók ímóti Stjørnuni í høllini á hálsi sunnudagin. Undan dystinum høvdu bæði Neistin og Stjørnan vunnið allar sínar dystir í bestu kvinnudeilidini [...] fremstu plássini tey bæði síðstu árini. Stjørnan leyp avstað Sjálvt um nógv helst høvdu bíðað í spenningi eftir júst hesum dystinum, so gekk tó ikki long tíð, fyrrenn spenningurin var at kalla burtur. Tað var [...] fingu liðini nevniliga 11 mál í part, so tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, vísti talvan 18-28 til Stjørnuna. Við sigrinum eru kvinnurnar úr Klaksvík enn ósigraðar í bestu deildini, meðan Neistin
av veðurlagsgassum varð sett í gongd. Syftir seiðir Úrslitið av hesum seinast nevnda hevur ABC júst heystað við frágreiðingini “Skjótt syftir seiðir og tunga takið”. Má í sama viðfangi harmast um, at ABC [...] Fleiri hægri útbúgvingar vórðu raðfestar (tíverri nú steðgað). - Miðnámsskúlin í Marknagili samtyktur (sum beint nú livir í óvissu). - Kringvarpið fekk nýtt digitalt sendinet. - Øktu játtanina til børn [...] Tað er ein myta, at CHE-samgongan var óarbeiðsfør. Tíverri fylti rumbul um eitt nú tunlarnar ov nógv í fjølmiðlunum. Men talan var um eina samgongu, sum tordi at taka eina røð av truplum málum til viðgerðar
á Nólsoyar Pálstorgi, her í Vágsbotni, har vit fara at handa Listavirðisløn Miðlahúsins. Vit hava greitt frá hesari virðisløn í fjølmiðlunum, so eingin orsøk er her at fara í smálutir. Skal bert vísa á [...] hátíðardámur í Vágsbotni ólavsøkudag, tá Listavirðisløn Miðlahúsins varð latin fyri fyrstu ferð. Hendingin fór fram á Nólsoyar Pálstorginum stutt eftir at tingið varð sett. Tað var Jan Müller, stjóri í Miðlahúsinum [...] gestum. Tað er teirra virksemi, sum saman við eitt nú ítróttarfólki ger okkum kend og vælumtókt úti í heimi. Í altjóðagerðini eru mentan og list tað týdningarmesta fyri eina og hvørja tjóð segði Jan Müller
stórt og umfatandi, men soleiðis var ikki í ár. Kanska tí at raðfestingin er øðrvísi við fleiri smærri tiltøkum á Silvapallinum og áðurnevndu tilboðum til børnini. Í øllum førum var bara ein hálvur tími settur [...] ommur og abbar. Áftaná Trøllapætur var Basim á skránni, og í pausuni smoygdu ein rúgva av størri gentum sær millum barnavognarnar og heilt framm í móti pallinum. Hetta var bara onnur live-konsertin hjá Basim [...] knøini á amerikansku stjørnuni í musikaliteti, men samanblandingin av sakleysum sangum um eina betri verð og eggjandi løgum og rørslum var eitt sindur Jacksonslig. Dómarnir í X-factor hava sagt tað so ofta
eftirtíðin fær gleði av? Nei, hvørki í løgtinginum ella í býráðnum í Havn, har pengarnir eru, eru ambitiónir um nakað sum helst, staðfestir Albert Isfeld. Trý verk í nánd Tá Sosialurin spyr bersøgna arkitektin [...] annað skapa eitt orðaskifti um spurningin. Trupulleikin er bert, at vit ikki hava nakað bygningsverk í Føroyum, sum livir upp til heitið »undurverk«, tíansheldur sjey av slagnum, heldur hann. - Hvørki l [...] helst áhuga fyri at skapa nakað, sum líkist nøkrum undurverki. Og tað hevur ongantíð verið verri enn júst nú, sigur Albert Isfeld. Her vísir hann á løgtingshúsið sum dømi, har politikararnir høvdu møguleika
verið við at fáa ruddingardagar sum fastan tátt í nógvum kommunum, og eg ivist ikki í, at hetta tiltakið hjá Sosialinum eisini fer at flyta okkum rættan veg í hesum spurninginum. Heldur enn bara at finnast [...] fleiri batar á hesum økinum verða at síggja í framtíðini. Síðani leggur tú eftir smoltstøðini við Gjógv. Hon brýtur ongar byggisamtyktir og liggur har júst eftir góðkenningum frá øllum friðingarmyndugleikum [...] bara tí at friðingarmyndugleikarnir ikki vildu ganga stovnaranum av virkinum á møti við at leggja tað í Hulduheygnum, tí tað lá ov nær ánni. Eg haldi, at har hevði virkið skemmað minni enn beint við kirkjuna
deyðadømdur í seks ár - og tað skuldi verið straff nokk - bleiv tann neyðar Murphy sendur til fedrar sínar »við einari eitursprænu«. Navnorðið ?spræna? er ikki til í føroyskum - viss ið Svabo er eftirfarandi [...] misbrúkinum av orðinum ?herviligt?. Hvørja ferð illveður er, verður tað til ?herviligt ódnarveður? í útvarpinum. S?ið í ?ógvisligt? er helst eitt pejorativt (niðursetandi) s, sum vit finna nógvaaðrastaðni eisini: [...] Í Virginia, USA, hava tey tikið lívið av einum manni, sum æt Murphy, og sum sigst hava dripið ein annan mann, tí - so segði útvarpið - hann hevði lagt ástir saman við konu Murphy. Eftir at hava sitið