Jóansøka
Tað er í fyrsta lagi Froðbiar sóknar Róðrarfelag, sum stendur aftanfyri jóansøku, tá hon annaðhvørt ár verður hildin á Tvøroyri. Aftrat sær til hjálpar hevur felagið nógv sjálvboðin fólk, sum standa aftanfyri mongu og ymisku tiltøkini á stevnuni.
Nú hendan jóansøkan er løgd afturum bak, hevur Bergur Stórhamar staðið á odda fyri fyriskipingini á trimum jóansøkum í slag.
- Vit hava tosað um at skipa eina stevnunevnd, soleiðis at tað ikki er kappróðrarfelagið, ið formelt stendur sum einsamallur fyrisipari av stevnuni. Hetta verður gjørt til næstu stevnu um tvey ár, tí tað er ov nógv hjá einum felag at hava ábyrgdina av so nógvum.
Tað sigur Bergur Stórhamar, sum annars letur sera væl at jóansøku seinasta vikuskifti.
- Vit hava fingið nógvar positivar reaktiónir frá fólki um stevnuna, og vit hava enn ongum møtt, sum ikki var nøgdur við viðurskiftini rundan um eitt nú kappróðurin, sum er størsta tiltakið á jóansøku. Sama var á seinastu jóansøku á Tvøroyri, leggur hann aftrat.
Fluttu dráttin
Bergur vísir á, at nógv hevur verið gjørt fyri at gera umstøðurnar hjá kappróðrarfólki og fólki, sum hyggja at kappróðri so góðar sum tilber.
- Vit fluttu dráttin í ár, soleiðis at hann hesaferð lá úti á bryggjuni - millum landingarmiðstøðina og flakavirkið. Áður lá hann við gamla bátahylin, og tá sóu kappróðrarfólkini, sum komu í land av bátunum, ikki næsta róður, tí tey náddu ikki at koma útaftur á bryggjuna.
Hann sigur, at hesaferð kundu kappróðrarfólk, sum júst vóru komin úr bátinum, fylgja við róðrinum eftir og kundu soleiðis eisini rópa á manningarnar.
- Vit høvdu ein stóran bátadrátt, bæði breiðan og langan, og har kundu eini trý 10-mannafør standa í senn. Hetta hevur verið við til at givið bátum og manningum nógv betri umstøður, og eg vil siga, at nýggi drátturin riggaði sera væl.
Froðbiar sóknar Róðrarfelag hevur eisini gjørt nógv fyri tey, sum eru á landi, soleiðis at fólk kundu fylgja við, hvussu bátarnir lógu, tá teir nærkaðust málinum.
- Soleiðis høvdu vit skelti báðumegin fjørðin, sum søgdu fólki, hvussu linjan gekk. Hesi skelti stóðu uppi báðumegin á ávikavist 50, 100, 200, 300 og 400 metrum frá mállinjuni. Hetta er ikki minst fyri tey, sum fylgja kappróðrinum í bili, leggur hann aftrat.
Rógva úteftir
Froðbiar sóknar Róðrarfelag hevur viðgjørt spurningin at flyta kappróðurin longur inn á Trongisvágsfjørð, soleiðis at startmálið byrjar inni á vánni í Trongisvági.
- Hetta er nakað, vit hava tikið upp og fara at viðgera nærri. Hetta hevði gjørt, at kappróðurin var nærri landi, og hevði soleiðis eisini gjørt, at fólkið, sum fylgir kappróðrinum frá bryggjuni og av Tvøroyri annars, var nærri bátunum, sigur Bergur Stórhamar.