Genturnar fingu Basim

Leygardagur er familjudagur á Summar Festivalinum. Í ár byrjaði dagurin við barnatiltakið og donsku X-Factor stjørnuni, Basim

Summar Festivalurin er ein familjuvinarligur festivalur, og í ár vóru tilboðini til børnini enn fleiri enn undanfarin ár.

Silvalandið var størri og hevði sín egna pall, og hóast uppblástu spælistøðini tóktust eitt sindur fantasileys, so vóru nógv børn inni á økinum, regluligt undirhald var á Silvapallinum, og ikki minst einfaldi sandkassin var ein frístaður fyri smábarnafamiljur.

Framvið spæliøkinum vóru telt, har serliga gentir sóu út til at hugna sær. Har kundu tær fáa hárið flættað, ymiskt pynt var til sølu og eisini var ein hugnalig slikkipinna-verksmiðja. Teldukafein uttan fyri Føroya Tele var hinvegin alla tíðina full av dreingjum.


Trøllaommu slagarar

Okkurt árið hevur barnatiltakið á stóra palli verið sera stórt og umfatandi, men soleiðis var ikki í ár. Kanska tí at raðfestingin er øðrvísi við fleiri smærri tiltøkum á Silvapallinum og áðurnevndu tilboðum til børnini. Í øllum førum var bara ein hálvur tími settur av til barnaundirhald leygardag seinnapart.

Trøllapætur, omman og nokk-so nýggja ommudiddan áttu pallin hesa løtuna. Og børnini er eftir øllum at døma ikki troytt av trøllunum enn. Børnini sungu minst líka væl við til ommuslagarnar, sum tey vaksnu høvdu sungið til Dynamitt kvøldið fyri.

Omman var vill og festlig sum altíð, Trøllapætur sá næstan eitt sindur vaksin út við fínum urið á arminum, og lítla ommudiddan fekk næstan ikki armarnar upp um sítt stóra høvd.

Hóast ommudiddan er ker, so hava børnini ikki sama alsk til hana sum ommuna, og tey sungu nógv betur við til hálvgomlu løgini hjá ommuni enn til hypermodernaða ommudiddulagið.


X-Factor stjørnan

Tað var fitt av fólki savnað til barnatiltakið, kanska mest yngri børn og mammur, pápar, ommur og abbar. Áftaná Trøllapætur var Basim á skránni, og í pausuni smoygdu ein rúgva av størri gentum sær millum barnavognarnar og heilt framm í móti pallinum.

Hetta var bara onnur live-konsertin hjá Basim, og fyrsta stakfløgan frá komandi fløgu hansara kom var komin út dagin fyri. Men hóast hann bara er 16 ár og næstan ongar royndir hevur, so sást hetta næstan ikki á honum.

Tað er okkurt Michael-Jackson-kent yvir hesum unga ný-dananum. Ikki tí hann kemur uppá knøini á amerikansku stjørnuni í musikaliteti, men samanblandingin av sakleysum sangum um eina betri verð og eggjandi løgum og rørslum var eitt sindur Jacksonslig.

Dómarnir í X-factor hava sagt tað so ofta, at tað er eingin grund at endurtaka tað. Men Basim hevur eina sjarmu og eitt sjálvsálit, sum røkkur langt. Sangirnir vóru nýggir og ókendir, men genturnar klappaðu og sungu við. Hann smíltist og tær skríggjaðu. Tað var júst sum tað skuldi vera.