Í Virginia, USA, hava tey tikið lívið av einum manni, sum æt Murphy, og sum sigst hava dripið ein annan mann, tí - so segði útvarpið - hann hevði lagt ástir saman við konu Murphy. Eftir at hava sitið deyðadømdur í seks ár - og tað skuldi verið straff nokk - bleiv tann neyðar Murphy sendur til fedrar sínar »við einari eitursprænu«.
Navnorðið ?spræna? er ikki til í føroyskum - viss ið Svabo er eftirfarandi. Hann hevur ?spræna? sum sagnorð: »sprøjte Vand eller andet med Munden«. Harafturímóti hevur hann ?sproyta? við bæði sum navnorð og sagnorð. Seinni hava aðrir so roynt at seta ?spræna? í staðin fyri ?sproyta? - uttan at nakar veit hví. Allir føroyingar sproyta við sproytu, tá ið teir hava brúk fyri tí. Eingin sprænir við sprænu, men hetta má so sambært málpolitikkinum vera ein feilur við føroyingum.
At spræna og at sproyta eru hvørt sítt. At spræna er at senda eina tjúkka strálu. Ein sprænur kann t.d. koma úr blástrinum á einum hvali. At sproyta við einari sproytu er nakað annað. Ein brandmaður kann brúka sína brandsproytu, men tað vanligasta brúkið er, tá ið tann umsorgsfulla sjúkrasystirin gevur einum forpíndum patienti eina sproytu fyri pínu. Og tann sproytan er mikron-kløn.
At siga spræna við sprænu er at spæla við orð, sum ikki eru til. Men ikki bara tað. Hetta er eisini tað, sum vit kunnu kalla ógvisligt málbrúk. Sambært Chr. Matras og M. A. Jacobsen betýðir ?ógvisligur? »voldsom, fremfusende«. Og tað er júst soleiðis, at vanlig fólk brúka hetta orðið. Vit siga um onkran persón, sum ikki bara er fortur, men sum kanska eisini breggjar og hóreiggjar sær, at hann er ógvisligur. Men hetta orðið verður í heilum brúkt synonymt við hjáorðið ?ógvuliga?, sum hevur somu rót, men ein annan týdning: øgiliga, ella sum Matras og Jacobsen siga: »frygteligt, forskrækkeligt«. Hetta líkist misbrúkinum av orðinum ?herviligt?. Hvørja ferð illveður er, verður tað til ?herviligt ódnarveður? í útvarpinum.
S?ið í ?ógvisligt? er helst eitt pejorativt (niðursetandi) s, sum vit finna nógvaaðrastaðni eisini: bygdasligur er meira niðursetandi enn bygdaligur. Onnur orð av hesum slagi eru klæntrasligur, jánkasligur, neyðarsligur, bundisligt, gomulgentuslig osfr.
Øll grund er til at føla við familjuni Murphy og hinum, sum blivu rakt av sorgarleikinum. Har vendist ikki aftur, gjørd gerð fær onga vend, og nú hevur tann neyðar manndráparin so fingið frið. Men tað sømir seg ikki væl at umtala hendingina við ógvisligum ella skemtiligum orðabrúki um at leggja saman ástir og avlíva við sprænu.
hj.