Viðmerking til Jústinus

Væntaði ongantíð at viðmerking mín til Jústinus um rusk fór at fara óátalað fram við borðinum, men hevði satt at siga ikki roknað við slíkari breiðsíðu frá honum, so helst man eg hava rakt okkurt líktorn hjá honum

Fyri at byrja við endanum, so hevði grein mín onki við kommunuval at gera, men vildi bert vísa á, at myndarøðin hjá Sosialinum er á rættiliga góðari leið, hvat óruddi viðvíkur, eisini hvat viðvíkur teimum bygdum, sum tú helst sást, at fototólið hjá blaðnum sá burtur frá.

Eg taki fult undir við tær Jústinus, at eisini i Sunda kommunu (og aðra staðni við) er nógv, ið eigur at vera nógv ruddiligari, enn tað er nú, havi heldur ikki sagt nakað ímóti tí. Nakað er betra, síðani Sosialurin hevur víst myndarøðina úr kommununi, og tað er at fegnast um, og so mega vit bert vóna at enn fleiri batar á hesum økinum verða at síggja í framtíðini.

Síðani leggur tú eftir smoltstøðini við Gjógv. Hon brýtur ongar byggisamtyktir og liggur har júst eftir góðkenningum frá øllum friðingarmyndugleikum. Tú vildi heldur, at hon lá longur frá ánni, yvir móti Elementvirkinum. Men tað er m.a. orsaka av Yvirfriðingarnevndini, at hon ikki liggur nærri Elementvirkinum, tí hon mátti ikki liggja niðan fyri kirkjuna og kirkjugarðin, segði Yvirfriðingarnevndin.

Um friðingarmyndugleikarnir eru kompetentir ella ikki skal eg ikki meta um; setið meg ikki føran fyri á sama hátt sum tú, Jústinus, at seta meg sum yvirdómara á hesum øki.

Men nú vit tosa um friðingarmyndugleikar, so liggur Elementvirkið har beint eystan fyri kirkjuna, bara tí at friðingarmyndugleikarnir ikki vildu ganga stovnaranum av virkinum á møti við at leggja tað í Hulduheygnum, tí tað lá ov nær ánni. Eg haldi, at har hevði virkið skemmað minni enn beint við kirkjuna, men har eru Jústinum og teir eftir hansara tykki ókompetentu friðingarmyndugleikar á einum máli!

Vit kunnu ikki friðað bygdirnar so nógv, at onki arbeiðspláss kann skapast í teimum, og eg haldi ikki, at smoltstøðin skemmar bygdarmyndina meira enn neyðugt, tá hugsað verður um tørvin at skapa vinnumøguleikar.

Men hinvegin skulu øll arbeiðspláss royna at órudda sum minst, ella at hava óruddið innandura. Tey viðurskiftini kundu verið betri á smoltstøðini við Gjógv, bæði nú og ta tíðina, tá eg hevði nakað við hana at gera!

At enda haldi eg, at vit hóast alt kunnu fegnast um tey fáu framstig, ið hend eru seinastu árini. Tiltakið “Best røkta bygd” hevur verið við at fáa ruddingardagar sum fastan tátt í nógvum kommunum, og eg ivist ikki í, at hetta tiltakið hjá Sosialinum eisini fer at flyta okkum rættan veg í hesum spurninginum.

Heldur enn bara at finnast at, tá onnur vísa á órudd kring landið, eiga vit øll at taka í egnan barm og royna at betra um støðuna! Hetta er eisini galdandi fyri títt heimaumhvørvi, Jústinus!

 

05.11.2008