Populistisk takling frá løgmanni

Tað er eitt grunt og ósakligt álop á eina undanfarna samgongu, tá Føroya løgmaður í tíðindaskrivi fortelur fólki at “politiska skipanin hevði mest sum ligið lamin í eitt hálvt ár vegna rumbul í CHE-samgonguni“, tá ABC tók við

Medvitað ella ikki, so misnýtir Kai Leo Johannesen eina mynd, sum er uppelskað av teimum, sum vildu CHE-samgonguni illa. Men sannleikin er, at CHE-samgongan fekk sjáldsama nógv av skafti uppá so stutta tíð!

 

Óundirbygd myta

Hvat meinar Føroya Løgmaður við, at politiska skipanin lá lamin? Arbeiddi Løgtingið ikki av fullum alvi við teim sera mongu málum, ið vórðu løgd fram?

 

Tað er ein myta, at CHE-samgongan var óarbeiðsfør. Tíverri fylti rumbul um eitt nú tunlarnar ov nógv í fjølmiðlunum. Men talan var um eina samgongu, sum tordi at taka eina røð av truplum málum til viðgerðar, heldur enn lata tey liggja (hvar eru tunlarnir nú?).

 

Niðanfyri er eitt úrval úr avrikslistanum hjá CHE. Æruna áttu vit ikki einsamøll, tí undanfarnar samgongur høvdu lagt lunnar undir fleiri mál. Men væl og skjótt varð gingið av ungari stjórn, sum løgmaður skýrir lamna!

 

Varðar eftir CHE:

- Størsta fetið ímóti møguleikanum at fáa góðkent okkara fiskiveiðu sum burðardygga.

- Barnsburðarfarloyvið longt við 8 vikum.

- Stakir uppihaldarar barnaískoyti á 6000 kr. eyka árliga fyri hvørt barnið.

- Samtykt at seta Brúkaraumboð á stovn og nýggja marknaðarføringslóg.

- FAS-stovnur settur á stovn og okkara altjóða skipaskrá gjørd meira kappingarfør.

- Latið varð upp fyri útlendskari arbeiðsmegi og Útlendingastovan sett á stovn.

- Fleiri hægri útbúgvingar vórðu raðfestar (tíverri nú steðgað).

- Miðnámsskúlin í Marknagili samtyktur (sum beint nú livir í óvissu).

- Kringvarpið fekk nýtt digitalt sendinet.

- Øktu játtanina til børn við serligum tørvi munandi.

- Fleiri pláss til lærara- og pedagogútbúgvingarnar og fleiri nýggj miðnámsskúlapláss í Eysturoynni.

- Endurgjaldsábyrgdarlógin varð samtykt.

- Játtanirnar til Mentanargrunn, tónleik, Tjóðpall og vinnugransking vuksu (hóast ikki nóg mikið).

- Grundleggjandi útgreiningararbeiði við fíggingarleistum og váðametingum varð gjørt fyri undirsjóvartunlarnar.

- Økisdepil og sambýli til sinnisveik vórðu samtykt .

- Vinnulóggáva dagførd og víðfevnda tryggingarlóggávan samtykt.

- Yvirtøkan av Vága Floghavn kom endaliga upp á pláss, so útbyggingin kann fara í gongd, og loyvi givið at seta á stovn tollfríða sølu á flogvøllinum.

- Uttanríkisráð varð bygt upp at røkja okkara altjóða vinnuligu, mentanarligu og politisku áhugamál.

- Arbeiðið at gera eina virkisætlan at minka um útlátið av veðurlagsgassum varð sett í gongd.

 

Syftir seiðir

Úrslitið av hesum seinast nevnda hevur ABC júst heystað við frágreiðingini “Skjótt syftir seiðir og tunga takið”. Má í sama viðfangi harmast um, at ABC hevur tikið arkitektakappingina og ráðstevnu um orkuvinarliga bygging av skránni – vónandi bara fyribils. Pengar vórðu settir av til hetta á Fíggjarlógini fyri 2009, og fyrireikandi arbeiðið komið langt, tá CHE misti flogið.

 

Populistiska taklingin hjá løgmanni hevur uppiborið reytt kort!