Tað var rættur hátíðardámur í Vágsbotni ólavsøkudag, tá Listavirðisløn Miðlahúsins varð latin fyri fyrstu ferð. Hendingin fór fram á Nólsoyar Pálstorginum stutt eftir at tingið varð sett. Tað var Jan Müller, stjóri í Miðlahúsinum, sum beyð vælkomin og handaði tveimum tónlistamonnum virðislønina. Teir eru Hanus G. Johansen og Stanley Samuelsen. Vit prenta her røðuna, sum Jan Müller helt:
Góðu ólavsøkugestir.
Hjartaliga vælkomnin til hesa hátíðarløtu á Nólsoyar Pálstorgi, her í Vágsbotni, har vit fara at handa Listavirðisløn Miðlahúsins.
Vit hava greitt frá hesari virðisløn í fjølmiðlunum, so eingin orsøk er her at fara í smálutir. Skal bert vísa á, at tað er av størsta týdningi, at vit øll - tað almenna eins væl og tað privata - sýna okkara listafólkum viðurkenning og takksemi.
Uttan alt, sum okkara listafólka skapa, vóru vit fátæk og mentanarliga illa fyri. Vit høvdu verið sum skip uttan barlast, uttan kumpass og kós. Okkara lív hevði verið tómt og uttan tær ríkandi upplivingar, sum listafólk geva okkum. Okkara samleiki sum tjóð hevði ikki verið tann sami.
Tað er okkara mentan, sum ger okkum til eina tjóð, sum kann savnast á einum degi sum hesum.
Ólavsøkan er okkara tjóðarhátið og tann tíðin, tá okkara mentanarligu eyðkenni koma eina sterkast til sjóndar. Hvat er meira upplagt enn at nýta júst tjóðardagin til at heiðra okkara list og okkara listafólk? Hvat er meira rímiligt enn at gera tað her við standmyndina yvir eina av okkara tjóðarhetjum, Nólsoyar Páll, sum hevur so stóran týdning fyri okkara samleika?
Tann virðisløn, sum vit fara at handa tveimum føroyskum tónlistamonnum, skal eisini síggjast sum ein tøkk og viðurkenning ikki bert frá Miðlahúsi og sponsorum, men frá allari tjóðini til føroysk listafólk.
Áðrenn eg fari at kunngera nøvnini á móttakarunum og at handa virðislønirnar, skal eg takka teimum sponsorum, sum hava gjørt hesa virðisløn møguliga. Teir eru Norðurlandahúsið, Fuglafjarðar kommuna, Klaksvíkar kommuna, Havsbrún og Norðoya Sparikassi. Tað er ómetaliga týdningarmikið, at eisini kommunur og privatar fyritøkur sýna listini ans við ítøkiligari og kontantari viðurkenning.
Eg fari eisini at takka okkara mongu og gávuríku listafólkum fyri teirra skapandi virksemi, sum mangan verður útinnt undir truplum umstøðum. Tað er teirra virksemi og verk vit stolt vísa fram fyri útlendskum gestum.
Tað er teirra virksemi, sum saman við eitt nú ítróttarfólki ger okkum kend og vælumtókt úti í heimi. Í altjóðagerðini eru mentan og list tað týdningarmesta fyri eina og hvørja tjóð segði Jan Müller og kunngjørdi síðani nøvnini á móttakarunum av virðislønini, sum er 50.000 kr. til hvønn. Teir eru Hanus G. Johansen og Stanley Samuelsen.
Eftir hetta sungu teir hvør sítt lag.