Stjørnan vann trygt á Neistanum

Stjørnan er nú einasta ósigraða liðið í Sunset-kappingini hjá kvinnum, eftir at tær vunnu ein knúsandi 10-mála sigur á útivølli ímóti Neistanum

Neistin – Stjørnan 18-28 (7-14)


Lagt var upp til eitt satt brak í Sunset-kappingini hjá kvinnum, tá Neistin tók ímóti Stjørnuni í høllini á hálsi sunnudagin. Undan dystinum høvdu bæði Neistin og Stjørnan vunnið allar sínar dystir í bestu kvinnudeilidini, og harafturat eru hetta liðini, sum hava ligið og kappast um fremstu plássini tey bæði síðstu árini.


Stjørnan leyp avstað

Sjálvt um nógv helst høvdu bíðað í spenningi eftir júst hesum dystinum, so gekk tó ikki long tíð, fyrrenn spenningurin var at kalla burtur. Tað var nevniliga Stjørnan, sum enn eina ferð setti seg á dystin alt fyri eitt, og um miðjan fyrra hálvleik høvdu kvinnurnar úr Klaksvík lagt seg á odda 9-4. Her vóru greiðar ábendingar um, at Stjørnan enn eina ferð fór at vinna trygt ímóti Neistanum.

Eftir hetta valdið Neistin at taka eitt Time Out, og sjálvt um Stjørnan enn sat á dystinum eftir hetta, so tóktist Neistin at vera heldur betri við.

Síðstu løtuna undan steðginum vóru tað tvær góðar verjur, sum merktu dystin, men tað var tó enn Stjørnan, sum hevði lættari við at finna vegin til málið. Tær megnaðu eisini at økja nakað um munin, so tá liðini fóru til hálvleiks, førdi Stjørnan við sjey málum, 14-7.


Stjørnan avgjørdi

Seinni hálvleikur var heldur ikki serliga gamal, áðrenn Stjørnan endaliga hevði avgjørt dystin. Fyrstu fimm minuttirnar skoraðu tær tríggjar ferðir á rað, meðan Neistin einki mál fekk, og tí vóru nú brádliga 10 mál á muni, og tað lá í luftini, at dysturin kundi enda við stórsigri til gestirnar.

Hetta vildi Neistin tó ikki hava sitandi á sær. Tað, ið eftir var av dystinum, kempaði heimaliðið alt tað, tær vóru mentar, og nú megnaðu tær eisini at spæla upp ímóti Stjørnuni.

Síðstu 25 minuttirnar av dystinu fingu liðini nevniliga 11 mál í part, so tá dómarin bríkslaði fyri seinastu ferð, vísti talvan 18-28 til Stjørnuna. Við sigrinum eru kvinnurnar úr Klaksvík enn ósigraðar í bestu deildini, meðan Neistin mátti taka til takkar við sínum fyrsta tapi. 



Fakta


Neistin – Stjørnan 18-28 (7-14)

Málskjúttar

Neistin: Rakul Magnussen 4 (3), Raul Augustinussen 4, Anja Heinadóttir 3, Elin Stakksund 2, Nicoleta R. Hansen 2, Unn Kragesten 2, Katrin á Neystabø 1

Stjørnan: Simona Petersen 10 (4), Bára S. Klakkstein 5, Joan Djordjevic 5, Una Olsen 5, Durita Christophersen 2, Anna Kristina Samson 1

Brotskøst: Neistin 5, Stjørnan 4

Útvísingar: Neistin 2, Stjørnan 4

Dómarar: Sámal Paulason & Kári Hansen