Langt til undurverk

Ein arkitektur heldur tað vera fínt at fáa eitt orðaskifti um bygging í Føroyum, men staðfestir, at onki bygningsverk livir upp til eitt undurverk. Orsøkin er, at føroyskir politikarar ongantíð hava havt nakrar ambitiónir um at skapa stórverk í føroyskari bygging. Og tað hevur ongantíð verið verri enn júst nú

Bygging

 

Kendi føroyski arktitekturin, Albert Isfeld, heldur tað vera fínt, at Kringvarpið skipar fyri eini kapping um tey bestu føroysku bygningsverkini, tí hetta kann um ikki annað skapa eitt orðaskifti um spurningin. Trupulleikin er bert, at vit ikki hava nakað bygningsverk í Føroyum, sum livir upp til heitið »undurverk«, tíansheldur sjey av slagnum, heldur hann.

- Hvørki landspolitikarar ella lokalpolitikarar tykjast hava nakran sum helst áhuga fyri at skapa nakað, sum líkist nøkrum undurverki. Og tað hevur ongantíð verið verri enn júst nú, sigur Albert Isfeld.

Her vísir hann á løgtingshúsið sum dømi, har politikararnir høvdu møguleika fyri at leggja støðið undir eitt flott bygningsverk. Ístaðin valdu teir at varðveita eitt »høsnarhús«, sum hann kallar verandi løgtingshús, ið ger, at alt kompleksið líkist eini lappaloysn. Albert Isfeld undirstrikar, at onki er galið við tí arbeiðnum, sum arkitekturin aftanfyri løgtingshúsið hevur gjørt, men at rammurnar ikki vóru til staðar fyri at fáa nakað líkinda burturúr.

At vit ikki hava ráð at gera íløgur í vala bygningar, gevur Albert Isfeld heldur ikki nógv fyri.

- Við einum fingraknipsi byggja tunlar fyri eina hálva milliard og meiri, sum liggja undir jørð, so hatta við at vit ikki hava ráð, er nakað tvætl. Samfelagið hevur ongantíð verið ríkari enn nú, men hoyrir tú nakran politikara tosa um at byggja okkurt, sum bæði vit og eftirtíðin fær gleði av? Nei, hvørki í løgtinginum ella í býráðnum í Havn, har pengarnir eru, eru ambitiónir um nakað sum helst, staðfestir Albert Isfeld.

 

Trý verk í nánd

Tá Sosialurin spyr bersøgna arkitektin, hvat kemur nærmæst einum føroyskum undurverki skapt av mannahondum, nevnir hann trý. Tey eru Kirkjubømúrurin, Norðurlandshúsið og Christianskirkjan.

- Nú eru ymsar meiningar um, hvørt Kirkjubømúrurin nakrantíð gjørdist liðugur, men familjan ígjøgnum 17 ættarlið hevur funnið sluttsteinin, so nógv týðir uppá, at so var. Í øllum førum varð lagt støðið undir at gera nakað stórt har við gotiska byggistílinum. Og sjálvt um Norðurlandahúsið og Christianskirkjan eru valaverk, so haldi eg ikki, vit kunnu siga, at hesi liva upp til heitið undurverk, sigur Albert Isfeld.

Hann er væl greiður yvir, at vit eiga at síggja kappingina út frá einum føroyskum mátistokki, men sjálvt út frá tí ber ikki til at finna nakað, ið livir upp til hetta.

- Sjálvandi høvdu vit ongantíð kunnað brúkt egyptisku pyramidurnar sum mátistokk, men kortini haldi eg ikki, at vit á nakran hátt liva upp til tað, vit kundu megna, um viljin var til staðar. Ístaðin byggja vit eitt høsnarhús fyri og annað eftir, sigur Albert Isfeld.

- Vit hava pengarnar nú og áttu tí at brúk teir til at skapa varðandi virði.