ferðir rakt av verkfalli seinastu árini. Orsøkin er væl saktans, at fakfeløg vænta sær meira í góðum tíðum enn ringum tíðum. Feløgini halda, at í ringu tíðunum fingu tey ov lítið uppá lønina og vilja tískil [...] meira innaftur, meðan tíðirnar enn eru góðar. Úrslitið er, at mong ósek eru rakt, sum í veruleikanum einki hava við stríðið millum partarnar at gera. Fólk argast, tí hetta gongur út yvir teirra gerandisdag [...] av verkfallinum hesaferð er, at árliga sølustevnan, sum áhugafelagið hjá B71skipar fyri í Meginskúlanum á Sandi, er útsett. Áhugafelagið hevur tí boðað luttakarunum frá, at sølustevnan í staðin verður
og Fredricia. Fríði sigur, at bólkurin er stovnaður bara fyri at hava tað stuttligt og fyri at fáa eitt sindur av peningi burturúr. ? Tá tú bara spælir cover-løg, so er ringt at hava nakað hægri mál fyri [...] løtuni er hann í holt við at nema sær læraraútbúgving á Musikkonservatoriinum í Odense. Fríði og Robbie Williams Jam verða at hoyra í Baren týskvøldið 9. apríl. Síðani fáa vit at síggja, hvussu nógv kemur
framleiðsluni. Men nú fáa vit at síggja, hvussu verður, segði Jason, sum annars fýlist á vánaliga summarveðrið hesar seinastu dagarnar. Lítið burturúr Virkisleiðarin sigur, at ein stórur partur av veiðini [...] og nakað var eisini av upsa 5, sum er stórseiður. - Eg vil siga, at upsin var smáur í fjør, men hann er nógv smærri í ár. Jason sigur, at Fiskavirking í Saltangará, sum er eitt upsavirki burtur av, hevur [...] ógvuliga smáur, og torført er at fáa nakað burtur úr honum. - Vit hava maskinur til smáan fisk, men tað skal valdast, hvussu smáur fiskurin kann vera. Skemtandi tekur hann til, at ein partur av tí smæsta, sum
Anna sigur sjálv, at virðislønin verður latin etableraðum tónleikarum fyri arbeiðinum hjá teimum. Anna hevur fingið sína heiðursløn fyri nýggjan tónleik av klassiskum slag, sum hon at kalla spælir burturav [...] freelance tónleikari í Keypmanna, og hon er eisini knýtt at stats emsemblinum Athelas í Keypmanna, t.e. ein sinfionetta. Athelas kemur eisini til Føroya at spæla í sambandi við summartónar. Hon hevur eisini [...] døgum regnar tað við heiðurslønum til føroyskar tónleikarar. Fyri stuttum gjørdist tað alment kent, at Sunnleif Rasmussen hevði fingið virðisløn fyri Norðurlandaráðnum fyri hina fyrstu symfoniina, Oceanic
sannførandi vinnari. Tað er sera ilt at ímynda sær annan vinnara í teimum trimum kappingunum, sum eru eftir í hesum róðrarárinum, og harvið kann tað vera so skjótt, at Sílið verður FM vinnari. Hesa ferð [...] Men tað var skjótt, at tær blandaðu seg upp í kappingina. Fípan Fagra, Ørnin og Blikur hoyra til manningarnar, sum hava vunnið nógv seinastu árini. Hesir bátarnir høvdu hug til at blanda seg uppí, men [...] bátslongdir frammanfyri næstu bátarnar. Fípan Fagra fekk gult kort fyri ikki at stýra nóg neyvt, men klaksvíksgenturnar megnaðu kortini at gerast nummar tvey. Tær vóru kortini í góðari kapping við Blik av Argjum
fundarfrásøgn, har ein stovnsleiðari undir Almannamálaráðnum verður endurgivin fyri at siga, at hann ikki hevur ringa samvitsku av at hava brúkt pengar hjá sinnisveikum til fólk við heilaskaða. ?Hetta er so viðgjørt [...] í telefonsamrøðu váttað, at orðalagið í fundarfrásøgnini, víst verður til, er rætt. Málið verður tikið upp á politiskum støði í dag, tá Kristian Magnussen, løgtingsmaður, fer at seta fram fyrispurning í [...] Sinnisbata, Soffi Egholm. Málið verður reist við fyrispurningi í Løgtinginum i dag. Soffi Egholm sigur, at hon vegna felagið Sinnisbata hevur kært viðgerðina hjá landsstýrismanninum við almannamálum og parti
Handilskjarnanum. Fyri at luttaka í kappingini, skal negativið av myndini sendast til Fotobúðina í Handilskjarnanum, Niels Finsensgøta 8, FO 100 Tórshavn. Tað er sera týdningarmikið, at tey, sum lata negativið [...] bústaður og telefonnummar verður skrivað á, soleiðis at eingin ivi er um, hvør ið hevur latið inn. Eisini skulu tey, ið eru á myndini, góðtaka, at myndin verður nýtt. Tær bestu av innkomnu myndunum verða [...] Telefyritøkan Kall er nú farin undir eitt tiltak, ið loyvir áhugaðum at seta sítt fingramerki á sniðgevingina av nýggju talutíðarkortunum, ið gerast skulu í næstum. Talan er framvegis um kort áljóðandi
útgoldið!" Samgongufólk eiga at forklára fólki, hví tey heldur vilja lata vera við at byggja neyðugu íbúðirnar, og hví tey heldur vilja læna pengar til undirsjóvartunnlarnar enn at brúka teir pengar, sum vit [...] arbeiðis er tað ikki tí, at tey treytaleyst geva seg inn undir arbeiðsgevaran ella mangla sjálvsavgerðarrætt. Tá arbeiðsgevarin flytir lønir ella pensjónsgjald, er tað heldur ikki tí, at hann vil mutra arbeiðsfólkið [...] arbeiðsfólkið ella verður rændur. Báðir partar velja at gera eina avtalu. Innihaldið stendur fyri tað mesta í høvðussáttmála, sum fakfeløgini samráðast um. Sámráðingarnar gera av, hvørji rættindi og hvørjar
Joensen, Eiði, og Birgir Nónsgjógv, Innan Glyvur. Um hesi er at siga, at øll ? meira ella minni ? eru kend í politiskum høpi. Hetta er tó fyrstu ferð, at Andrea Eldevig, Hallbjørg Hansen og Birgir Nónsgjógv stilla [...] Jóanes K. Eliasen og Tórbjørn Jacobsen upp til fólkatingsvalið seinast. Hini á listanum hava øll roynt at stilla upp áður. Við seinasta løgtingsval, 30. apríl 1998, fekk Tjóðveldisflokkurin 1.177 atkvøður [...] og hesin gjørdist Signar á Brúnni. Hesin stillar ikki uppaftur hesaferð, men flokkurin hevur valt at stilla tvær kvinnur upp í Fuglafirði, har hann fekk ein stóran part av atkvøðunum. Tórbjørn Jacobsen
Tað er heldur ikki av tilvild, at Unga Tjóðveldið hevur valt sær júst Sandoynna. Tjóðveldisflokkurin skal um sama mundið hava floksting í oynni, so tað liggur ræðið fyri at halda konsert. Men tað krevur [...] Føroyar er ein sýnisgluggi fyri føroyskan tónleik, ið virkar eftir tí grundhugsan, at føroyingar eru serstøk tjóð í heiminum, og at hetta eisini er galdandi innan tónleikaheimin, sigur Unga Tjóðveldið í tíðindaskrivi [...] flokkinum. Møguleiki verður á konsertini at keypa sær ?Free Føroyar? troyggur, fløgur og ymiskt annað spennandi, siga fyrireikararnir. Unga Tjóðveldið vónar at síggja so nógv fólk sum gjørligt til tiltakið