Anna E. Klett:Vunnið heiðursløn fyri nútíðar tónleik

Anna E. Klett, klarinettspælari, hevur fingið eina heiðursløn frá Dansk Komponistforening fyri sítt spæl við klarinettini og nýggjum tónleikaverkum

Í hesum døgum regnar tað við heiðurslønum til føroyskar tónleikarar. Fyri stuttum gjørdist tað alment kent, at Sunnleif Rasmussen hevði fingið virðisløn fyri Norðurlandaráðnum fyri hina fyrstu symfoniina, Oceanic Days.
Um mánaðarskiftið varð Anna Elisabeth Klett heiðrað við heiðursløn frá Dansk Komponistforening.
Anna sigur sjálv, at virðislønin verður latin etableraðum tónleikarum fyri arbeiðinum hjá teimum.
Anna hevur fingið sína heiðursløn fyri nýggjan tónleik av klassiskum slag, sum hon at kalla spælir burturav. Hon spælir til dagligt í Danmark, og hon hevur fingið skrivað fleiri verk til sín og hevur samstarv við nógv kend tónaskøld í Danmark.
?Eg haldi tað vera stórt, at fólk viðurkenna mítt arbeiði, sigur Anna Elisabeth Klett.
Við heiðurinum fylgdu eisini 20.000 kr.
Sum tað eisini verður umrøtt aðrastaðni í blaðnum, so er Anna Klett í Føroyum í hesum døgum og spælir saman við Aldubáruni.

Athelas
Anna Elisabeth Klett hevur tikið prógv við konservatoriumið í Keypmanna í 1991, og hon tók prógv sum solospælari í 1994. Hon hevur eisini studerað tónleik á lærdum háskúla í Geneve í Sveis. Hon arbeiðir í løtuni sum freelance tónleikari í Keypmanna, og hon er eisini knýtt at stats emsemblinum Athelas í Keypmanna, t.e. ein sinfionetta. Athelas kemur eisini til Føroya at spæla í sambandi við summartónar.
Hon hevur eisini givið eina fløgu við manni sínum og tónaskaldinum Jens Hørsving, sum nýtir teldu til at gera tónleik. Fløgan hjá teimum kallast Roto.
Sosialurin ynskir Onnu hjartaliga tillukku.