5?MANNAFØR GENTUR
Í flestu kappingunum hevur talan verið um størri og smærri broytingar í teimum trimum stevnunum, sum hava verið higartil. Men í einari kapping er púrt eingin broyting. Tað er kappingin millum gentumanningarnar, sum tað verður sipað til.
Sílið var sannførandi í Klaksvík. Sílið var aftur sannførandi í Runavík. Og tá triðja FM kappingin leygardagin var á skránni í Hósvík, var Sílið aftur sera sannførandi vinnari. Tað er sera ilt at ímynda sær annan vinnara í teimum trimum kappingunum, sum eru eftir í hesum róðrarárinum, og harvið kann tað vera so skjótt, at Sílið verður FM vinnari.
Hesa ferð var Sílið ikki fremst á fyrstu metrunum. Men tað var skjótt, at tær blandaðu seg upp í kappingina. Fípan Fagra, Ørnin og Blikur hoyra til manningarnar, sum hava vunnið nógv seinastu árini. Hesir bátarnir høvdu hug til at blanda seg uppí, men tá hálvt málið var rógvið, hevði Silið funnið rætta lagið, tær løgdu seg hálva bátslongd framum kappingarneytarnar ? um tað ber til at kalla hinar manningarnar soleiðis ? munurin gjørdist skjótt meiri enn eina bátslongd, og á málinum var Sílið tvær bátslongdir frammanfyri næstu bátarnar.
Fípan Fagra fekk gult kort fyri ikki at stýra nóg neyvt, men klaksvíksgenturnar megnaðu kortini at gerast nummar tvey. Tær vóru kortini í góðari kapping við Blik av Argjum. Argjagentur komu á mál eina hálva bátslongd aftanfyri Fípuna Føgru. Havfrúgvin troðkaði seg inn ímillum Blik og Ørnina.