Sølustevnan á Sandi útsett

Ætlandi skuldi stevnan vera komandi vikuskiftið, men tað letur seg ikki gera, nú eingin sigling er um Skopunarfjørð.

Tiltøk
Vilmund Jacobsen

Hóast vit hava havt og framvegis hava góðar tíðir í Føroyum, er samfelagið kortini fleiri ferðir rakt av verkfalli seinastu árini. Orsøkin er væl saktans, at fakfeløg vænta sær meira í góðum tíðum enn ringum tíðum. Feløgini halda, at í ringu tíðunum fingu tey ov lítið uppá lønina og vilja tískil vinna so mikið meira innaftur, meðan tíðirnar enn eru góðar.
Úrslitið er, at mong ósek eru rakt, sum í veruleikanum einki hava við stríðið millum partarnar at gera.
Fólk argast, tí hetta gongur út yvir teirra gerandisdag, men tað loysir ikki trætuna. Hana kunnu bara partarnir, sum eru ósamdir, loysa.
Stríðið má taka ta tíð, tað tekur.


Sølustevnan
á Sandi útsett

Ein avleiðing av verkfallinum hesaferð er, at árliga sølustevnan, sum áhugafelagið hjá B71skipar fyri í Meginskúlanum á Sandi, er útsett.

Áhugafelagið hevur tí boðað luttakarunum frá, at sølustevnan í staðin verður vikuskiftið, 18. og 19. mai, um komandi verður um fjørðin til ta tíð.
Seinasta ár var eisini verkfall, tá ið sølustevnan var á Sandi; tá var tað Føroya Arbeiðarafelag, sum togaðist við Føroya Arbeiðsgevarafelag um lønarsáttmála.
Torført var hjá framsýnarum, sum skuldu í Sandoynna við vørum til stevnuna, at sleppa um vegbyrgingarnar í Kollafirði, men tað eydnaðist umsíðir eftir togan við verkfallsvaktirnar. Tá ið komið var í Sandoynna, vistu fólk ikki, um tey sluppu heimaftur við vørunum.
Hesaferð er sølustevnan hjá B71 so aftur rakt av verkfalli.