Landsstýrismaður klagaður til løgmann

Sinnisbati hevur kært avgerð um at flyta pengar, sum settir eru á fíggjarlógina til sinnisveik, á aðrar konti hjá Almannamálaráðnum

Landsstýrismaðurin við almannamálum loypir upp um, har garðurin er lægstur. Hann letur tey sinnisveiku vera fyri vanbýti, tí tey mótmæla ikki, sigur formaðurin í felagnum Sinnisbata, Soffi Egholm. Málið verður reist við fyrispurningi í Løgtinginum i dag.
Soffi Egholm sigur, at hon vegna felagið Sinnisbata hevur kært viðgerðina hjá landsstýrismanninum við almannamálum og parti av umsiting hansara í einum máli, har peningur, sum á fíggjarlógini var settur av til fólk við sálarsjúku, er fluttur og brúktur í øðrum sambandi.
Hon vísir til eina fundarfrásøgn, har ein stovnsleiðari undir Almannamálaráðnum verður endurgivin fyri at siga, at hann ikki hevur ringa samvitsku av at hava brúkt pengar hjá sinnisveikum til fólk við heilaskaða.
?Hetta er so viðgjørt á einum fundi, har Sinnisbati ikki hevur fingið fundarboð. Tað haldi eg vera í so langt úti, sigur Soffi Egholm.
?Ikki tað, at eg ikki unni teimum pengarnar, tí tað geri eg. Men so skulu teir setast av til tey fólkini og ikki takast frá øðrum, sum ikki fáa vart seg. Vit vilja krevja tað, sum okkum tilkemur, og tað hava vit sagt løgmanni í kæruni, vit hava sent honum.
Kæran er nýliga send, og formligt svar er ikki komið frá løgmanni, sigur Soffi Egholm. Men hann hevur í telefonsamrøðu váttað, at orðalagið í fundarfrásøgnini, víst verður til, er rætt.
Málið verður tikið upp á politiskum støði í dag, tá Kristian Magnussen, løgtingsmaður, fer at seta fram fyrispurning í Løgtinginum um, hvar hesir pengarnir eru farnir, sigur Soffi Egholm.