USA skal á fund við Danmark í næstu viku

Danmark og Grønland bóðu hósdagin um fund við amerikanska uttanríkisráðharran.

Bæði Grønland og Danmark bóðu týsdagin um fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio. (Savnsmynd). - Mynd: Heather Diehl/Ritzau Scanpix


USA fer í næstu viku at hitta Danmark um Grønland.

Tað segði amerikanski uttanríkisráðharrin, Marco Rubio, á einum tíðindafundi sambært Reuters.

 

Týsdagin kunngjørdi grønlendski landsstýrismaðurin (ráðharrin, red.) í uttanríkismálum, Vivian Motzfeldt, á Facebook, at Danmark og Grønland hava biðið um fund við amerikanska uttanríkisráðharran.

Danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, segði aftaná, at hann vónaði, at lurtað verður eftir áheitanini.

Í samrøðu við Sermitsiaq fegnasts Vivian Motzfeldt, grønlendska uttanríkisráðfrúan, um fundin, sum hon sjálv skal luttaka á.

Hon legði tó dent á, at enn er ov tíðliga at siga, hvar og nær fundurin verður.

Spurd, hvørjar boðskapir Grønland fer at bera amerikanska uttanríkisráðharranum, segði Motzfeldt við miðilin, at týdningarmesti boðskapurin er, at Grønland og USA hava brúk fyri hvørjum øðrum.

– Vit vildu eisini gjarna vita, hví tað var neyðugt hjá USA at koma við so ágangandi útsagnum, soleiðis at vit í framtíðini ikki tosa forbí hvønn annan, vit eru vinir og sameind, sigur Motzfeldt við Sermitsiaq.

Á tíðindafundinum í dag endurtók Rubio eisini, sum sagt verður í eini fráboðan úr Hvítu Húsunum hósdagin, at forsetin altíð hevur amerikanska herin til taks.

– Um forsetin sær eina hóttan móti amerikansku tjóðartrygdini, hevur hvør forseti møguleika at viðgera hana við hernaðarligum amboðum, segði Rubio, tá hann varð spurdur, um USA var sinnað at møguliga seta NATO-samgonguna í váða við at fara víðari hernaðarliga.

– Vit vilja altíð helst loysa tað á annan hátt - eisini í Venesuela, segði hann.

Rubio legði afturat, at tað altíð hevur verið ynskið hjá amerikanska forsetanum, Donald Trump, at keypa Grønland.

Á einum tíðindafundi staðfesti talskvinnan í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, eisini sambært Reuters, at eitt møguligt amerikanskt keyp av Grønlandi er aktivt umrøtt av Trump og hansara tjóðartrygdartoymi.

– Allir møguleikar hava altíð verið á borðinum hjá Trump forseta. Fyrsti møguleikin hjá forsetanum hevur altíð verið diplomati, segði hon.

 

/Ritzau/

 

 

 

Bæði Grønland og Danmark bóðu týsdagin um fund við amerikanska uttanríkisráðharran, Marco Rubio. (Savnsmynd). - Mynd: Heather Diehl/Ritzau Scanpix