Føroyingar flestir eru limir í einum fakfelag ella áhugafelag, sum samráðist teirra vegna.
Tá arbeiðsfólk fara til arbeiðis er tað ikki tí, at tey treytaleyst geva seg inn undir arbeiðsgevaran ella mangla sjálvsavgerðarrætt.
Tá arbeiðsgevarin flytir lønir ella pensjónsgjald, er tað
heldur ikki tí, at hann vil mutra arbeiðsfólkið ella verður rændur.
Báðir partar velja at gera eina avtalu. Innihaldið stendur fyri tað mesta í høvðussáttmála, sum fakfeløgini samráðast um. Sámráðingarnar gera av, hvørji rættindi og hvørjar skyldur partarnir eiga.
Føroyar hava ein sáttmála við Danmark. Men hjá okkum hevur nevndin gjørt av, at vit uttan nakað skulu lata 366 milliónir krónur frá okkum.
Formliga yvirtaka vit nøkur málsøki, men tey hava longu í nógv ár verið undir okkara ræði. Og síðani blokkurin kom, hava pengarnir úr Danmark ikki verið markaðir til ávís endamál.
Fyri 366 milliónir krónur kundu vit havt goldið nýggja Smyril í einum, vit kundu hækka pensjónirnar, og vit kundu sett stovnsfæ í íbúðargrunnar ? og so kundu vit bygt ellisheim fyri rest.
Samgongan við fólki sum Bjarna Djurholm og Helenu Dam á Neystabø á odda høvdu klárað seg illa sum fakfelagsfólk: "vit vilja varveita sáttmálan og júst sama uppgávubýti, men vit vilja gjarna hava 40% minni útgoldið!"
Samgongufólk eiga at forklára fólki, hví tey heldur vilja lata vera við at byggja neyðugu íbúðirnar, og hví tey heldur vilja læna pengar til undirsjóvartunnlarnar enn at brúka teir pengar, sum vit hava samráðst okkum til.