Enekk aftur á pall

Serstaki tónleikabólkurin Enekk hevur ikki verið so ofta á palli seinnu árini, men nú verður aftur møguleiki at hoyra bólkin á palli.

 

Fríggjadagin 31. oktober kl. 22 á Reinsarínum kanst tú uppliva eitt av mest ikonisku nøvnunum í føroyskum tónleiki – Enekk.

 

Enekk hevur sett sín dám á føroyskan tónleik í yvir 30 ár – og teir fáa enn hárini at reisa seg!

 

-Kom og uppliv røddina hjá Kára, ljóðmyndirnar hjá Agnari, Óla, Heðini og Høgna – ja, ein heilt serligan bólk, sum ikki ljóðar sum nakar annar í heiminum, siga fyrireikararnir.