Til miðlarnar. Rættleiðing, ákæruvaldið:
Ákæruvaldið hevur lagt merki til endurgevingar frá samrøðu við politiið í miðlunum um mál, har ein persónur var framstillaður í grundlógaravhoyring mikudagin. Tað framgongur, at politiið hevur upplýst, at persónurin bleiv leyslatin og ikki verður útvístur úr Føroyum.
Hetta er tíverri ikki ein røtt endurgeving av tí, sum fór fram í Føroya Rætti.
Tað, sum Føroya Rættur skuldi taka støðu til mikudagin, var, um treytirnar fyri varðhaldsfongsling vóru loknar. Treytirnar fyri varðhaldsfongsling eru í § 787 í rættargangslógini fyri Føroyar og – tá talan er útlendingar – í útlendingalógini. Niðurstøðan hjá Føroya Rætti var, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling ikki vóru loknar, og maðurin var tí leyslatin. Føroya Rættur hevur ikki tikið støðu til spurningin um útvísing, tí hesin spurningur ikki verður viðgjørdur, fyrrenn málið verður høvuðsforhandlað. Tá málið verður høvuðsforhandlað, skal Føroya Rættur taka støðu til skuldarspurningin og møguliga revsing, umframt spurningin um útvísing.
Ákæruvaldið kann vísa á, at viðkomandi persónur var framstilllaður í grundlógaravhoyring, tí at ákæruvaldið metti, at treytirnar fyri varðhaldsfongsling vóru loknar. Ákæruvaldið hevur tí kært avgerðina um leyslating til Eystara Landsrætt.
Kvf.fo: https://kvf.fo/greinar/2025/08/07/raetturin-laet-mannin-leysan
In.fo: https://in.fo/news-detail/ikki-sendur-av-landnum-men-istadin-leyslatin
Portal.fo: https://portal.fo/dagur-162346/bleiv-ikki-vistur-av-landinum.grein