Politikkur
Tjóðveldisflokkurin er nú klárur við sínum valevnalista fyri Eysturoyar valdømi. Listin verður mannaður við hesum:
Torbjørn Jacobsen, Glyvrar, Andrea Eldevig, Fuglafjørður, Jóannes K. Eliasen, Leirvík, Hallur Ellingsgaard, Oyndarfjørður, Hallbjørg Hansen, Fuglafjørður, Súni í Hjøllum, Toftir, Olaf í Garði Joensen, Eiði, og Birgir Nónsgjógv, Innan Glyvur.
Um hesi er at siga, at øll ? meira ella minni ? eru kend í politiskum høpi. Hetta er tó fyrstu ferð, at Andrea Eldevig, Hallbjørg Hansen og Birgir Nónsgjógv stilla upp. Hesin síðst nevndi er púra óroyndur í politikki. Hallbjørg Hansen hevur verið býráðsformaður í Fuglafirði. Andrea Eldevig stillaði saman við Jóanes K. Eliasen og Tórbjørn Jacobsen upp til fólkatingsvalið seinast. Hini á listanum hava øll roynt at stilla upp áður.
Við seinasta løgtingsval, 30. apríl 1998, fekk Tjóðveldisflokkurin 1.177 atkvøður, og var flokkurin næststørstur á valinum. Hetta gav ein valdømisvaldan tingmann, og hesin gjørdist Signar á Brúnni. Hesin stillar ikki uppaftur hesaferð, men flokkurin hevur valt at stilla tvær kvinnur upp í Fuglafirði, har hann fekk ein stóran part av atkvøðunum. Tórbjørn Jacobsen, sum var nummar tvey á listanum við seinasta løgtingsval, hevur veruliga gjørt vart við seg seinastu árini, og hann er eisini at meta sum besta boðið upp á ? í øllum førum ? tann fyrstvalda valdømisvalda fyri Tjóðveldisflokkin í Eysturoynni. Tórbjørn fekk eitt sera gott úrslit á fólkatingsvalinum 20. november, har eisini eysturoyingar góvu honum tryggan stuðul.
Tjóðveldismenn meta, at talan er um ein sterkan og góðan valevnalista.










