Lítið fæst burtur úr smáa upsanum

- Vit hava maskinur til smáan fisk, men tað skal valdast, hvussu smáur fiskurin kann vera, sum fer ígjøgnum maskinurnar, sigur Jason Johannesen.

Fiskivinna

Mánadagin landaði Vestmenningur í Saltangará. Teir høvdu 130.000 pund, harav sløk 100.000 var upsi, sum Fiskavirking í Saltangará keypti. Restin av veiðini var toskur og onnur fiskasløg, sum onnur virki keyptu.
Hvussu hendan vikan annars verður, visti Jason Johannesen, virkisleiðari, ikki at siga, tá ið vit frættu mikudagin, men aftrat fiskinum hjá Vestmenningi, hevur virkið keypt 20.000 pund av upsa frá Kúrbergi, sum landaði á Toftum og 50.000 pund av upsa frá Beta.
- Men hetta røkkur ikki longur enn til hálvan hósdagin. Fæst eingin fiskur fyri ta tíð, verður ein steðgur í framleiðsluni. Men nú fáa vit at síggja, hvussu verður, segði Jason, sum annars fýlist á vánaliga summarveðrið hesar seinastu dagarnar.


Lítið burturúr

Virkisleiðarin sigur, at ein stórur partur av veiðini hjá Vestmenningi var upsi 4, og nakað var eisini av upsa 5, sum er stórseiður.
- Eg vil siga, at upsin var smáur í fjør, men hann er nógv smærri í ár.
Jason sigur, at Fiskavirking í Saltangará, sum er eitt upsavirki burtur av, hevur trupulleikar við tí smæsta fiskinum, tí hann er so ógvuliga smáur, og torført er at fáa nakað burtur úr honum.
- Vit hava maskinur til smáan fisk, men tað skal valdast, hvussu smáur fiskurin kann vera.
Skemtandi tekur hann til, at ein partur av tí smæsta, sum fer í maskinurnar, ongantíð kemur útaftur.
- Er fiskurin bæði smáur og kanska bleytur, er lítil dugur í honum, sigur Jason Johannesen, virkisleiðari.