Tekna títt egna telefonkort

Telefyritøkan Kall er nú farin undir eitt tiltak, ið loyvir áhugaðum at seta sítt fingramerki á sniðgevingina av nýggju talutíðarkortunum, ið gerast skulu í næstum. Talan er framvegis um kort áljóðandi 50, 100 og 250 krónur, men munurin á gomlu og nýggju kortunum kann sita undir liðini á tær nú.
Kall útskrivar við hesum eina kapping, har øll við einum myndatóli og einum góðum hugskoti kunnu luttaka. Ætlanin er nevniliga, at myndir, ið vanligi føroyingurin hevur tikið av vinum og kenningum, familjuni, sjeikinum ella bara av einari stuttligari støðu, skulu mynda nýggju talutíðarkortini hjá Kalli. Og hevur myndin nakað at gera við telefonir á ein ella annan hátt, ger hetta jú heldur einki..
Besta myndin verður lønt við einari virðisløn áljóðandi 5.000 krónur, nummar tvey fær eina Nokia 2100 við Frælsi haldi frá Kalli, og nummar trý fær eitt myndatól frá Fotobúðini í Handilskjarnanum.
Fyri at luttaka í kappingini, skal negativið av myndini sendast til Fotobúðina í Handilskjarnanum, Niels Finsensgøta 8, FO 100 Tórshavn. Tað er sera týdningarmikið, at tey, sum lata negativið inn, leggja tað í ein brævbjálva, har navn, bústaður og telefonnummar verður skrivað á, soleiðis at eingin ivi er um, hvør ið hevur latið inn.
Eisini skulu tey, ið eru á myndini, góðtaka, at myndin verður nýtt.
Tær bestu av innkomnu myndunum verða lagdar út á heimasíðuna www.kall.fo, har ein og hvør kann fara inn og avgera, hvørjar myndir verða nýttar á talutíðarkortunum.