hon nú er farin at selja í Sørvági. Tá handlini, hon arbeiddi í í Havn, so lat aftur, gjørdi hon álvara av og fór undir at fyrireika hendan handilin, hon nú hevur latið upp í Sørvági her bon býr. Flestu [...] hóast tað í grundini kemur eitt sindur óvart á, at møta slíkari rúgvu nú longu beint eftir alla halganna. Eyðvør Petersen greiðir frá, at tá hon arbeiddi í blómuhandlinum hjá Trónd Hansen í Havn, gekk [...] fyrr hevur arbeitt í blómuhandli, sum lat upp engan handil við prýðislutum og ymsum gávulutum. Tað er jóst inni. Vindeyguni eru stór, og veggirnir ljósir. Nógv av tí ið inni er, er í ljósum litum. Ljóst
vanligar etiskar reglur ? ikki at siga nær man er í journalistiskum arbeiði. Í tíðindaskrivinum, sum Per Højgaard skrivar fyri løgmann, skrivar hann um keldulistan í bókini »Skjót journalistin«. Sigur at vit bara [...] man ikki skal brúka loyniligar keldur. Eg haldi, at í summum førum kann tað vera neyðugt. Í tí sambandinum vil eg minna mín peningastovn um, at júst Per Højgaard, tá hann sendi av Christianborg, var ein [...] runt til redaktiónirnar á Dimmu og Sosialinum við tykkara sparikassablaði í hondini. Eisini vitjaði hann sjónvarpið og útvarpið í somu ørindum. Harafturat ringdi hann til fleiri av journalistunum. Spari
Upptakt Tað er einki at ivast í, hvørjum partarnir tráða eftir, tá GÍ og B36 fara á vøllin í Sarpisgerði sunnudagin. Hóast Toto-plássið neyvan er tað, sum kassameistararnir í feløgunum tráa eftir, so er [...] skerjingar í leikarahópinum til týdningarmikla dystin. Hjá GÍ eru tað fyrst og fremst teir báðir, Bartal Eliasen og Sámal Joensen, sum saknur verður í. Bartal fekk sítt sætta gula kort í Klaksvík herfyri [...] Týskland um hálva aðru viku, og júst hendan feðrin er kanska størsta avbjóðingin hjá fótbóltslandsliðnum nakrantíð, so tað er lítið at ivast í, at hetta eisini spøkir í tonkunum á leikarunum. Tað ger
Ongin trupulleiki Fríðgerð Sundsskarð, leiðari í dagstovninum Lítlaskógi í Dj. í Geilsgøtu í Havn, sigur júst tað sama. ? Hetta er ongin trupulleiki í Lítlaskógi. Stovurnar eru mangan tómar áðrenn vit [...] klokkan er farin av fimm. Í Føroya næststørstu kommunu hava tey heldur ongar trupulleikar við, at foreldur koma ov seint eftir børnunum. Hanna Thøgersen, leiðari í Mylnuhúsinum í Klaksvík, sigur, at heldur [...] ov seint eftir børnunum. Í Danmark vísir tað seg, at tað er vorðið til ein stóran trupulleika, tí børnini verða ikki avheintað til avtalaðu tíðina. Men hetta kenna stovnarnir í Føroyum lítið og einki til
at koma við henni. Í staðin fyri at gleðast, so leikar hann í, og sigur seg sjálvan og fleiri andstøðumenn fram hava bjargað íløgunum í Suðuroynni. Hergeir Nielsen eigur ongan lut í nøkrum sum helst, ja [...] framburðinum í Suðuroynni, heldur landstýrismaðurin fyri. Hetta og annað møsn kennir hesin fjølmiðlafiskeraði landsstýrismaður seg kallaðan til at bera fram í berari øði, tí hann ikki slapp í sjónvarpið [...] mál, tá ið hann slepti teimum, og lat tey upp í hendurnar á løgtinginum. Síðani løgtingsfíggjarlógaruppskotið loysnaði úr landsstýrinum, hevur meirilutin í fíggjarnevndini arbeitt víðari við tí. Hesin meiriluti
sangskrivari. Luttøkan í íslendska Grand Prixnum leygarkvøldið er bara ein partur av øllum tí, sum hon fæst við í Íslandi í løtuni. ? Grand Prixið er einki hæddarpunkt fyri meg. Nú endaði eg í tí, og so ráddi [...] bleiv nummar 3, heldur Eivør. Gera fløgu Sunnukvøldið sang Eivør í Dómkirkjuni í Reykjavík, og hetta var ein heilt onnur framførsla enn hon í Grand Prixnum, men tað vísur, hvussu fjølbroytt Eivør er sum sangari [...] saman bæði við bólkinum, sum hon hevur verið í seinastu mánaðirnar, og hon hevur eisini nógv at gera sum solistur. Ein nýggj uppgáva bjóðar eisini frammi í tíðini, tí ætlanin er, at Eivør skal skriva tónleikin
Bacalao í 1993 fór í Fiskavirking, kom Heðin at halda fram sum bókhaldari fyri tey 4 skipini, ið eru eftir og hetta starvið røktaði hann til fulnar til deyðadag sín. Hann var óvanliga nærlagdur í arbeiði [...] skuldi fara so tíðliga. Vit arbeiddu saman í 47 ár. Vit vóru saman í stóru sorgarløtuni, tá Stella Argus fórst og tá Nólsoyar Páll misti 4 mans. Vit vóru saman í gleðisdøgunum, tá nýbygningarnir Brandur [...] Grímur Kamban og fleiri aðrir komu til landið og gleddust um at samstarva í feløgum í framburði. Tann tíðin er nú farin og livir bert í minnunum á gomlum monnum. Tað var gott at kenna teg. Tað var svárt at
verða við í størri mun í hesu vinnu, so hetta eina eina eyka beinið í okkara vinnustrukturi ikki verður so hjólbeint, at tað trillar undan okkum. Orð sum" at brandskatta" og "oljubygningar í Havn" er lítið [...] oljufelag, sært tú sum ein eykaskatt. Eg eri ikki vísur í, at oljufeløgini síggja hetta júst soleiðis. Latin er nógvur peningur til eitt nú lestrarstuðul í útlondum, og ung fólk eru bjóðað útbúgving innan o [...] umfar kemur fyri? Skulu vit royna at fáa frægari burturúr enn útlit eru fyri í 1. útbjóðing? Ella skulu vit lata oljuna liggja í friði til komandi ættarlið? Føroyska marginalskattin á oljuframleiðslu sigur
týðandi arbeiði í Amnesty. Amnestyfelagsskapurin hevur eisini hátíðarhildið føðingardag í ár. 40 ár eru liðin, síðani felagsskapurin fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós. Føroyska deildin varð stovnað í 1965 og er [...] eitthvørt høvi finnast at USA fyri tess brot á mannarættindini. Júst deyðarevsingin í ?God own country? átti at verið svarti bletturin í okkara samvitsku, tá hugsað verður um, at vit byggja okkara fólkaræði [...] Í hesi vikuni hevur altjóða mannarættindadagurin verður hildin um allan heim. Í ár eru 53 ár liðin síðani Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi sá dagsins ljós. Felagsskapurin Amnesty International
Ikki er óhugsandi, at Merkið fer at veittra á Olympiska Leikvøllinum í Athen, tá ið summar-OL verður í grikska høvuðsstaðnum í 2004. Í heyst fer ÍSF at senda Altjóða Olympisku Nevndina, IOC, ein umsókn, [...] nevndini til at loyva Føroyum upp í olympisku familjuna. Og við at hava teir báðar aftanfyri seg, stendur ÍSF sterkari í royndunum at fáa OL-viðurkenning. Tað var løgmaður, sum í januar eftir áheitan frá ÍSF [...] Fólkatingi Spurningurin um føroyska OL-viðurkenning er eisini reistur í Fólkatinginum. Tað er Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmaður, sum í einum fyrispurningi hevur spurt Anders Fogh Rasmussen, um hann fer at