Í hesi vikuni hevur altjóða mannarættindadagurin verður hildin um allan heim. Í ár eru 53 ár liðin síðani Heimsyvirlýsing Sameindu Tjóða um Mannarættindi sá dagsins ljós. Felagsskapurin Amnesty International, ið eisini er sera virkin her á landi, er seinni grundaður á nettupp hesa yvirlýsing, og tí var hesin dagur nakað heilt serligt fyri felagsskapin og øll tey, sum gera eitt stórt og týðandi arbeiði í Amnesty.
Amnestyfelagsskapurin hevur eisini hátíðarhildið føðingardag í ár. 40 ár eru liðin, síðani felagsskapurin fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós. Føroyska deildin varð stovnað í 1965 og er tí ein av elstu deildunum hjá felagsskapunum og helst eisini ein av teimum mest virknu.
Nú heimurin er vorðin nógv minni og menningin hevur tikið dyk á seg nærum alla staðni skuldi ein trúð, at tað var ikki so nógv brúk fyri slíkum felagsskapi og slíkari yvirlýsing longur. Men so er tíanverri ikki. Fátækradømi, ójavni, órættvísi og brot á vanlig mannarættindi er framvegis so stórt, at tað framvegis eru boð eftir felagsskapum sum ST og Amnesty. Tað var tí heldur ikki av tilvild, at ST-felagsskapurin og tess aðalskrivari mannarættindadagin fingu handað heimsfriðarvirðisløn Nobels.
Vit eiga øll at vera góð við og stuðla slíkum felagsskapum sum ST og Amnesty, sum báðir á hvør sín hátt stríðast ímóti eitt nú brotum á mannarættindini. Ikki bert í teimum tilafturskomnu og totalitert stýrdu londunum. Eisini í okkara egna sokallaða siviliseraða vesturheimi verða dagliga framd brot á mannarættindini og mest vanvirðisliga brotið er deyðarevsingin í USA. Amnesty hevur brúkt nógva orku til at kunna um deyðarevsingina og fyri at stríðast fyri at fáa deyðarevsingina avtikna. Tað er av stórum týdningi, at vit øll stuðla Amnesty í hesum týdningarmikla stríði og at politikarar, mentafólk og onnur við eitthvørt høvi finnast at USA fyri tess brot á mannarættindini.
Júst deyðarevsingin í ?God own country? átti at verið svarti bletturin í okkara samvitsku, tá hugsað verður um, at vit byggja okkara fólkaræði á amerikonsku demokratisku skipanina. Tí mugu vit eisini seta allar góðar kreftir inn til at hjálpa teimum í USA, sum royna at fáa deyðarevsingina avtikna. Okkurt bendir á, at statir í USA eru við at endurskoða støðuna til deyðarevsing, men tíanverri hevur landið ein forseta, sum er ein størstu forsprákarum fyri somu deyðarevsing. Vit kunnu so bert vóna, at valið av nýggjum limum til Hægastarætt fer at bera í sær, at man eisini á hesum stað fer at endurskoða sína støðu til deyðarevsing. Tí skal tað vera okkara ynski og áheitan á allar føroyingar um at geva sítt íkast til stríðið móti deyðarevsingini í USA.