Svar til Regin Hammer, oljubúskaparfrøðing

Tú hevur ikki lisið bræv mítt nóg gjølliga, tá tú heldur, at broytingar skulu gerast í treytunum fyri 1. útbjóðingar- umfar. Hetta umfar er farið afturum og eiga sjálvandi allar gjørdar treytir har at verða hildnar.

Tað sum eg legði upp til var: hvat gera vit, um eitt nýtt útbjóðingar- umfar kemur fyri? Skulu vit royna at fáa frægari burturúr enn útlit eru fyri í 1. útbjóðing? Ella skulu vit lata oljuna liggja í friði til komandi ættarlið?

Føroyska marginalskattin á oljuframleiðslu sigur tú verða 57%. Jú hetta ljóðar av nógvum. Og eg meini heldur ikki, at vit kunnu seta beinleiðis skattin nógv meira upp.Men tað sum eg vísti á í fyrru grein míni var roknistykkið hjá Kára Petersen, búskaparfrøðingi, sum tú sjálvur sigur teg hava eftirroknað.Har lá eftir av einum brutto ráoljuprísi uppá 21$ uppá fatið 3,5o $ (17% av brutto) til landskassan. Hinir 17,50 $ (ella 83%) eru til útbygging og rakstur av einum oljuøki og til oljufeløgini. Tað var av hesum eg helt tað kundi verði áhugavert at fingið nakrar dollarar aftrat sum avleitt virksemi. Skattin fáa vit kanska sum nevnt illa sett longur upp og tí var mítt boð, at skaffa okkum hetta ígjøgnum eitt egið oljufelag.

Tað, at hava eitt "borið" alment oljufelag, sært tú sum ein eykaskatt. Eg eri ikki vísur í, at oljufeløgini síggja hetta júst soleiðis. Latin er nógvur peningur til eitt nú lestrarstuðul í útlondum, og ung fólk eru bjóðað útbúgving innan oljufeløgini. Fleiri almennir útbúgvingarstovnar her heima eru eisini stuðlaðir við peningaískotum. Boðskapurin hevur verði, at hetta er fyri at gera okkum føroyingar meiri førleikaførar fyri, at taka ímóti teimum avbjóðingum, sum nú ein nýggj vinna sum oljuvinnan ber við sær.

Eg trúgvi ikki, at feløgini hava uppfata hetta sum ein eykaskatt. Neyvan mugu tey heldur hava meint hetta,sum ein útbúgvingarstyrk til ungar føroyingar, mest ætlað at taka arbeiði upp hjá fremmandum feløgum í Føroyum.

Nei tvørturímóti haldi eg, at hetta sum Regin Hammer kallar eyka- skatt, av mongum nýtímans oljufeløgum verður uppfatað sum "hjálp til sjálvhjálp" og lønt aftur í einum styrktum handils- samskifti ímillum Oljumálastýrið og tey ávísu oljufeløgini. Okkara privatu feløg eru so fáment, at tey hava ongan møguleika at fóta sær í bræði í einari møguligari føroyskari oljuvinnu.

Tí er ein møguleikin ? og kannska tann einasti ? at Oljumálastýrið roynir at samráða seg til eina skipan, sum ber tað við sær at Føroyar ? og tað má so verða við hjálp frá oljufeløgunum ? smátt um smátt kunnu verða við í størri mun í hesu vinnu, so hetta eina eina eyka beinið í okkara vinnustrukturi ikki verður so hjólbeint, at tað trillar undan okkum.

Orð sum" at brandskatta" og "oljubygningar í Havn" er lítið vert at gera viðmerkingar til. Hetta hevur hvørki verði í mínum huga ella nevnt í mínum skrivi.