Kurvin full av pynti

Mánadagin lat nýggjur handil við prýðis- og gávulutum upp í Sørvági. Handilin eitur Kurvin

Nýggjur handil lat upp i Sørvági mánadagin. Tað er Eyðvør Petersen, sum fyrr hevur arbeitt í blómuhandli, sum lat upp engan handil við prýðislutum og ymsum gávulutum.
Tað er jóst inni. Vindeyguni eru stór, og veggirnir ljósir. Nógv av tí ið inni er, er í ljósum litum. Ljóst blátt og reytt, og eisini nakað væl av hvítum.
Og so eru allar jólavørurnar savnaðar á einum staði. Jólamenn og einglar. Pynt av ymsum slagi. Alt ið minnir á, at nú nærkast jólini, hóast tað í grundini kemur eitt sindur óvart á, at møta slíkari rúgvu nú longu beint eftir alla halganna.
Eyðvør Petersen greiðir frá, at tá hon arbeiddi í blómuhandlinum hjá Trónd Hansen í Havn, gekk hon ofta og hugsaði um møguleikan við egnum handli við slíkum vørum, sum hon nú er farin at selja í Sørvági.
Tá handlini, hon arbeiddi í í Havn, so lat aftur, gjørdi hon álvara av og fór undir at fyrireika hendan handilin, hon nú hevur latið upp í Sørvági her bon býr.
Flestu vørurunar eru innfuttar, greiðir hon frá. Men nakað er kortini av heimagjørdum.
tað eru mest dekoratiónir av ymsum sløgum, sum hin ger sjálv, sigur hon. Her metir hon, at royndirnar frá tíðini hjá Trónd Hansen eiga at fara at síggjast afur. Hendan dagin, latið varð upp, vóru eisini nakrar føroyska ullvørur at síggja í handlinum. Men tað fer ikki at verða í framtíðini, sigur hon. Hetta er bara nakað, sum hon royndi at selja fyri onkran annan, ið hevði nakað av slíkum heimabundnum liggjandi.
Eyðvør Petersen, sum einsamøll stendur fyri handlinum, sigur, at hon ikki hevur nakað ávíst merki av vørum, sum hon selur. Tað verður, sum tað kemur, sigur hon.
At hon letur slíkan handil upp í Sørvági, kemst av, sigur hon, at hon hevur hildið, at hann hevur manglað í oynni. Ein gávubúð erá flogvøllinum, men har verða aðrar vørur seldar enn tær, Kurvin fer at selja, sigur Eyðvør Petersen.
At handilin júst liggur i Sørvági og ikki einastaðni millum flogvøllin og Vágatunnilin, kemst av, at hon sjálv býr í Sørvági, sigur Eyðvør Petersen, sum ásannar, at tað hevði verið høgligari hjá frammandafólki, sum ferðast til og frá flogvøllinum at støðga á á vegnum.
?Men nú eri eg her við tí fyrsta handlinum av hesum slagnum í oynni, og so má eg bara gera so mikið meira við at fáa fólk at koma oman til Sørvágs at keypa frá mær, sigur ein vónrík Eyðvør Petersen, sum fegnast um allar tær heilsurnar hon hevur fingið, nú upp er latið.